- Eg eri valevnið hjá fólkinum

- Hetta er eitt søguligt úrslit. Hetta er eisini eitt úrslit av fronskum stoltleika, løtan tá eitt fólk lyftir høvdið. Neyvan er tað nakar, ið ikki hevur varnast, hvussu skipanin hevur roynt alt fyri at køva stóra politiska kjakið, ið vit mugu taka.


- Tit hava nú møguleikan at velja veruliga broyting. Hetta er mítt uppskot: Verulig broyting. Stundin er komin at seta fronsku tjóðina í frælsi frá hástóru elituni, ið ynskir at ráða yvir okkara atferð. Tí ja, eg eri valevnið hjá fólkinum.


Tað segði Marine Le Pen, forsetavalevni fyri Front National, tá hon fyrr í kvøld helt røðu fyri sínum viðhaldsfólkum eftir, at tað gjørdist greitt, at hon er komin víðari til næsta umfar í franska forsetavalinum.


Harvið hevur hon gjørt kynstrið eftir pápa sínum, Jean-Marie Le Pen, sum í 2002 heilt óvæntað kom víðari til næsta umfar í franska forsetavalinum.


Mett verður tó, at Le Pen ikki hevur stórvegis møguleika at vinna á Emmanuel Macron, men úrslitið í kvøld kann kortini tolkast sum enn ein sigur til tjóðskaparliga rákið, ið hevur gingið sigursgongd í Vesturheiminum seinastu tvey árini.