- Eg eri vónbrotin av Árna Joensen

- Proforma-sølur hoyra ongastaðni heima, og vit ynskja tær, har piparið grør. Men Árni veit fullvæl, at tað eru ikki vit, sum hava sett politisku karmarnar fyri uppboðssølu í Føroyum. Vit hava tískil heldur ikki ábyrgdina av, at skipanin er, soleiðis sum hon er. Hana hava politikararnir, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen

Uppboðssøla

Stjórin á Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen, er ógvuliga vónbrotin av úttalilsunum hjá formanninum í Ráfiskaseljarafelagnum, Árna Joensen, í Sosialinum leygardagin.
- Eg eri samdur við honum í nógvum av tí, hann sigur, men eg haldi, hann í nógvum førum skjýtir niðanfyri beltið, og tað sømir seg eftir mínum tykki ikki fyri ein mann sum Árna.
John heldur, at Árni sparkar eftir einum deyðum hesti, sum hann tekur til.
- Eg eri ógvuliga vónbrotin av úttalilsunum hjá formanninum í Ráfiskaseljarafelagnum.

Har piparið grør

Stjórin á Fiskamarknaði Føroya sigur, at er tað nakað, sum
marknaðurin ynskir, har piparið grør, so er tað proforma-sølurnar, sum Árni tosar um.
- Proforma-sølur hoyra ongastaðni heima, men Árni veit
fullvæl, at tað eru ikki vit, sum hava sett politisku karmarnar fyri uppboðssølu í Føroyum. Vit hava ikki ábyrgdina av, at skipanin er, soleiðis sum hon er. Hana hava politikararnir. Tað eru teir, sum hava ásett, at allur fiskur, sum fer heilur av landinum, skal bjóðast út og seljast í Føroyum. Tað er hetta, sum skapar trupulleikarnar, tá ið ov fáir keyparar eru til fiskin í Føroyum.
John sigur, at tað, sum Árni tosar um í nevndu grein í
Sosialinum, hevur Fiskamarknaður Føroya arbeitt við í fleiri ár.
- Vit hava roynt at sleppa at selja heilan fisk av landinum fyri at umgangast hesar proforma-sølurnar, men higartil hevur ikki politiskur vilji verið til tað.
Stjórin heldur tað vera ógvuliga hugstoytt, at Fiskamarknaður Føroya skal ábyrgdast fyri alt, sum gongur galið í fiskivinnuni í dag.
- Vit eru bundnir á hendur og føtur av hesum lógarkarmum, sum Ráfiskaseljarafelagið og Ráfiskakeyparafelagið nú eftir øllum at døma vilja hava politikararnar at broyta.
John vísir á, at fiskamarknaðurin, sum Árni tosar um, ikki skal hava hesar trongu karmar sum haft um beinini.
- Og tá tosa vit um heilt aðrar umstøður og heilt aðrar møguleikar enn teir, ið Fiskamarknaðurin hevur og hevur havt at arbeiða undir hesi árini.

Konseptið er ok

Hann heldur, at ein ávís frustratión er í vinnuni í løtuni, og henda frustratiónin gongur í stóran mun útyvir Fiskamarknaðin, sum undir verandi skipan ikki fær gjørt nakað við trupulleikarnar.
- Nøkur viðurskifti í samrøðuni, sum Sosialurin hevur við Árna, eru beinleiðis villleiðandi, og eg haldi, at Árni átti at havt størri virðing fyri sær sjálvum, enn samrøðan ber boð um, sigur John.Stjórin í Fiskamarknaði Føroya vísir á, at sjálv søluskipanin hjá felagnum á Toftum er so framkomin, at sjálvt uppboðssølur í Evropu hyggja hendanvegin og eru hugtiknir av henni.
- Eg dugi ikki at síggja, at nakað av tí, sum Árni tosar um, er so kollvektandi í mun til teir møguleikar, okkara skipan hevur.
Hann sigur, at Fiskamarknaðurin hevur ment sína søluskipan í samstarvi við viðskiftafólkini hjá FMF, formula. fo og Føroya Tele.
- Føroya Tele eigur konseptið við sølupartinum saman við formula.fo.
John leggur dent á, at hetta er ein rættiliga áhugaverd skipan, sum serliga er ment til okkara tørv.
- Søluskipanin er lagað eftir uppboðssøluni og ikki øvut. Aðrastaðni hava teir í størri mun lagað uppboðssøluna eftir teldu-skipanini, og tá hevur úrslitið ikki verið so gott. Tí hava aðrar uppboðssølur í Evropu stóran áhuga fyri okkara "konsepti", sum stjórin tekur til.

Umboð í nevnd

Stjórin í Fiskamarknaðinum sigur, at seinast í nítiárunum bjóðaði felagið ráfiskaseljarum og ráfiskakeyparum at verða við í felagnum við einum ávísum parti, soleiðis at feløgini kundu fáa ávirkan á viðurskiftini. Men feløgini avvístu hesum tilboði.
- Tey tóku kortini av at hava umboð í nevndini, og tað hava ráfiskaseljarar og ráfiskakeyparar hava síðan.
John sigur, at seinnu mettu feløgini, at tey kanska áttu at verið partur av Fiskamarknaðin kortini, og í 2000 ella 2001 varð eitt uppskot gjørt um, hvussu hetta kundi gerast.
- Men tá ið samanumkom, var ein lítil minniluti í nevndini ímóti, at Ráfiskaseljarafelagið og Ráfiskakeyparafelagið skuldu eiga ein part av Fiskamarknaðinum. Kortini hava feløgini havt umboð í nevndini hesi árini, og tað hava feløgini framvegis.

Tvey feløg

Stjórin vísir á, at á komandi aðalfundi hjá Fiskamarknaði Føroya, sum verður komandi týsdag, skjýtir nevndin upp at umskipa felagið, soleiðis at talan verður um tvey feløg í staðin fyri eitt felag. Ætlanin við hesum er, at landingarparturin verður fyri seg og søluparturin fyri seg.
Hann vísir á, at sambært uppskotinum verður eitt dóttirfelag stovnað, sum fer at taka sær av uppboðssøluvirkseminum, meðan verandi felag heldur fram við landingarvirkseminum.
- Verður hetta uppskotið samtykt, vænti eg, at Fiskamarknaður Føroya verður umskipaður beinanvegin, sigur John.
At enda ynskir stjórin at gera eina viðmerking aftrat til formannin í Ráfiskaseljarafelagnum, Árna Joensen, sum í nevndu samrøðu helt, at prísurin fyri at selja fisk á uppsølu er ov høgur.
- Hetta er ikki rætt. Seljarar og keyparar rinda hvør síni 0,75% í uppboðssølugjaldi, og tað er ikki nógv í mun til, hvat uppboðssølur í øðrum londum taka fyri at selja fisk. At seljarar og keyparar vilja hava fiskin skildan, hevur einki við sjálvt uppboðssølugjaldið at gera, sigur stjórin í Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen, at enda.