- Eg eri til reiðar at hyggja upp á tað

- Um tað vísir seg, at okkurt er, sum kundi verið øðrvísi, nú nøkur øki eru latin upp aftur fyri trolveiði við skiljirist, eri eg til reiðar at hyggja upp á tað, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

 

Landsstýrismaðurin hevur syrgt fyri, at nakrar áður stongdar leiðir nú eru latnar upp aftur fyri fiskiskapi.

 

 

Tað eru serliga teir, sum eru við partrolarunum, sum fegnast um, at nakrar upsaleiðir, sum hava verið friðaðar fyri trolveiði í fleiri ár, nú eru latnar upp aftur, treytað av, at skipini hava skiljirist í trolinum. Trupult er at siga, hvat hetta fer at merkja hjá partrolarunum, sum leingi hava havt vánaliga upsaveiði, tó at fiskifrøðin metir, at upsastovnurin er væl fyri.

Upsi hevur eisini í nøkur ár havt MSC-góðkenning, ið er eitt vørumerki fyri, at veiðan er burðardygg.  

Endamálið við ristini, sum nú er krav í botnfiskaveiði undir Føroyum yvirhøvur - við ávísum undantøkum - er sjálvsagt at skilja smáa fiskin í havið aftur. Sambært kunngerð hjá Fiskimálaráðnum eru ávísu leiðirnar latnar upp aftur frá 1. september í ár at rokna. Talan er um leiðirnar, sum verða róptar øki T og U og partvís leiðir í øki D og F.

 

Umborð á skipum, sum higartil hava roynt í áður trolfríu økjunum, eru tað menn, sum halda, at ristin kanska skilir ov nógvan fisk í havið aftur, sum annars lýkur minstamát. Hetta halda teir, tí eitt nú norður úr Mykinesi plagdu partrolarar í sínari tíð at fáa blandaðar støddir av upsa, men nú latið er upp aftur, vístu fyrstu royndirnar, at her bara var stórur upsi. 

 

- Sjálvandi er tað spennandi at sleppa inni aftur í hesi økir at fiska, her vit hava verið útistongdir í so nógv ár. Vanligt var eisini at fáa 3’arar og 4’arar á leiðini norður úr Mykinesi, men nú var alt stórur upsi, sigur skiparin á Róki, Kristian Karl Eliasenein skipari, sum heldur, at skiljiristin helst skilir ov nógvan fisk útaftur. Skiparin vísir á, at minsta upsamát á føroyskari havleið er 55 sentimetrar, sum er eitt størri mát enn flestu av okkara grannalondum brúka.   

 

- Tað má væl eisini vera meiningin við ristini, legið skiparin aftrat, at hon ikki skilir fisk út aftur, sum stendur mát við tað, sum loyvt er at veiða. Tað gevur jú onga meining at skilja fisk út aftur, sum annars eigur at koma til høldar. Hann vísti eisini á, at eitt av økjunum, sum givið er leyst at fiska í við skiljirist, liggur ov norðarlaga í mun til tað, sum mælt varð til, og her er eisini sera ringur botnur.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tá ein tíð er frá liðin, kann hyggjast nærri upp á ymiskt av tí, sum menn føra fram. Um tað vísir seg, at okkurt er, sum kundi verið øðrvísi, er hann til reiðar at hyggja upp á tað, bæði tá ræður um nevnda økið, sum menn siga liggur ov norðarlaga - og skiljiristina, um tað skuldi víst seg, at ristin skilir ov nógvan fisk útaftur.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er spentur eftir at síggja, hvussu fiskiskapurin hjá partrolarunum fer at roynast, sum tíðin gongur, og hann heldur, at ábendingar longu nú eru um, at tað fer at gera mun, at skipini nú kunnu fiska við rist í nøkrum økjum, sum hava verið friðað so leingi. Nú latið er upp aftur við skynsemi, gerast leiðirnar bæði fleiri og størri, og nú verður víðari um at fara á landgrunninum.

 

- Eg dugi ikki at síggja, at trolfriðingar - í hesum førinum fyri at verja smáfisk - skulu vera stongdar í allar ævir. Øll lond brúka skiljirist í trolinum her um okkara leiðir, og hví skal tað ikki eisini bera til hjá okkum, spyr Jacob Vestergaard, sum Vinna í VikuskiftisSosialinum hevur skift orð við. Blaðið er komið sølubúðirnar kring landið í dag, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa.

 

 

 

Landsstýrismaðurin hevur syrgt fyri, at nakrar áður stongdar leiðir nú eru latnar upp aftur fyri fiskiskapi.