Rúni Djurhuus, eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð
----
Eg havi í mínum valstríði víst á nógv ymisk mál, ið eg vil arbeiða fyri. M. a. bústaðartørvin hjá einligum uppihaldarum, at fáa bíðilistan til grundstykki niður, rudda upp eftir skeiva sosialpolitikkinum hjá Fólkaflokkinum, viðurskiftini hjá ítróttinum í kommununi og mentanarlívinum.
Eg havi longu víst í verki, at eg arbeiði fyri hesi mál sum eykalimur í Tórshavnar kommunu. So tað er ikki fair, at samskiftisráðgevin í sjónvarpinum finst at, at eg ikki havi størri visjónir enn at leingja upplatingartíðirnar í náttarlívinum.
Eg havi nógvar visjónir, ein av teimum er, at tað skal vera stuttligari at ganga í býnum í Havn, tað tekur einki frá hinum. Í mun til flest onnur lyfti, er lyftið um null seks møguligt at gjøgnumføra, uttan at tað hevur nakran kostnað við sær fyri kommununa.
So, tú kanst trygt velja meg, eg havi nógv uppá hjarta.