Kommunuval
Hvalba: ? Hetta hevði eg avgjørt ikki væntað.
Bjarta Berg í Nesi í Hvalba var heilt óvfarin, tá ið úrslitið av bygdaráðsvalinum í Hvalba varð talt upp.
Hon var eitt av valevnunum á lista A og tá ið avtornaði hevði hon fingið 36 atkvøður.
Og tað var nóg mikið til ein sess í nývalda bygdaráðnum.
Hetta var eitt úrslit, sum kom fullkomiliga óvart á hana, serliga tí hon hevur onki gjørt fyri at føra valstríð og hon hevur avgjørt ikki fylt bløðini við valgreinum.
Tók tað ikki í álvara
Leikluturin sum bygdaráðslimur er ikki ein leiklutur, sum hon hevði fyrireikað seg til.
?Tá ið eg varð spurd um at stilla upp, tók eg tað ikki í álvara í fyrstuni. Men eftir at hava hugsað meg um, gjørdi eg kortini av at taka av.
? Tað er trupult at fáa fólk at stilla upp, men tað verður mangan grenja um, at onki verður gjørt. Eg haldi, at tað er skeivt, at øll bera seg undan fyri síðani at fýlast á, og tí gjørdi eg av at játta at stilla upp.
Hon dylir ikki fyri, at hon er sera fegin um úrslitið og nú hon er vald, er hon eisini til reiðar at fara til verka.
Men hon ger samstundis greitt, at hon kann ikki lova nakað sum helst- uttan at gera sítt besta.
? Tá ið fólk spurdu meg um eina góða grund fyri at seta krossin við meg, svaraði eg, at eg kundi ikki lova teimum nakað, uttan at arbeiða eftir bestu sannføring og at gera mítt besta. Tað ber jú ikki til at gera nakað einsamøll, tí tað krevur ein meiriluti í bygdaráðnumfyri at fáa eitt mál ígjøgnum.
? Tað einasta, at kann lova, er, at eg fari at viðgera tey mál eftir besta førimuni, sum verða løgd fyri bygdaráðið.
Men hon heldur kortini, at tað eru nógv viðurskifti í Hvalba, sum treingja til eina bøtandi hond. Millum annað heldur hon, at kommunan eigur at leggja stóran dent á at røkja bygdina væl, so at hon verður eitt prýði.
Annars heldur hon, at kommunan er reiðiliga væl fyri, bæði hvat eldraøkinum og dagrøktarøkinum viðvíkur.
Kortini hevur hon ymsar hugsanir um nøkur viðurskifti í bygdini, sum hon sigur, at enn er alt so leyst, at hon vil ikki siga meiri um tað enn.
Men hon heldur eisini, at tá ið nakað verður gjørt, sum kostar kommununi pening, er tað sera umráðandi, at tað er varandi og ikki bara eitt upplop, sum dettur niðurfyri aftur beinanvegin, tí so hevur kommunan brúkt pening til onga nyttu.
? Tað er ikki óvanligt, at ymisk tiltøk fáa stóra undirtøku í fyrstuni, men so fjarðar áhugin burtur aftur, so at alt dettur niðurfyri aftur. Tað heldur hon, at kommunan eigur at tryggja seg so frægt ímóti sum hon kann, so at peningurin ikki verður brúktur nyttuleyst.
Av tí at hon er spildurnýggj í politikki, hevur hon ikki so nógvan kunnleika til kommunupolitikk og hon sigur, at tann fyrsta tíðin skal eisini brúkast til at fáa royndir.
? Men hetta er ein ógvuliga spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg nógv til at fara í holt við. Sum nýggj í kommunupolitikki, veit eg ikki, hvørjá avirkan eg fái, men hetta er ikki ein uppgáva, sum eg stúri fyri, sigur hon.
-? Og eg eri øgiliga spent at sleppa til verka, leggur hon afturat.
Skúlin vakti áhugan
Bjarta Berg tók studentsprógv í fjør. Síðani hevur hon havt fyrifallandi arbeiði í Havn, men nú hevur hon fingið lærupláss í Føroya Banka á Tvøroyri.
Og tað var á studentaskúlanum í Vági at áhugin fyri politikki kyknaði.
? Vit høvdu nógv um politikk á skúlanum, serliga í sambandi við løgtingsvalið, sum vit gjørdu nógv burturúr, bæði í søgu og í samfelagsfrøði. Samstundis høvdu eisini lærarar, sum vóru sera áhugaðir í politikki og tað smittaði alt samalt.
Men um hetta so er startskotið til eina politiska karrieru, veit hon ikki.
Ikki tí, áhugin fyri politikki er avgjørt til staðar.
Hinvegin heldur hon ikki, at ein skal fara upp í politikk, sum ikki hevur stundir og vilja til at røkja tað starvið væl og virðiliga og tað er kanska ikki so lætt at vit,a hvørjar raðfestingarnar verða seinni í lívinum.
? Ein skal ikki vera uppi í politikki, bara fyri at vera uppi í politikki, heldur Bjarta Berg.