TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Zachariassen hevði við Mette Sig og Rasmus Bejder frá eftirskúlanum í Frijsenborg, sum liggur uttanfyri Århus í Jútlandi.
Mette Sig og Rasmus Bejder frá eftirskúlanum í Frijsenborg vilja ógvuliga gjarna hava føroyskar næmingar at melda seg til eitt eftirskúlaskeið.
Mette Sig og Rasmus Bejder hava eitt kunnandi tiltak í Spaniastovu í Klaksvík í kvøld klokkan 20, og eitt kunnandi tiltak í Perluni í Havn, týskvøldið klokkan 20.
Annars fortelja Mette Sig og Rasmus Bejder í samrøðuni við Petur Zachariassen hvat eftirskúlin í Frijsenborg hevur at bjóða næmingunum.