Eftirlitið við teimum sum smugla rúsevni til Føroya er versnað munandi

Vit fáa ikki havt so gott eftirlit við rúsevnasmugling til Føroya, sum vit fegin vilja. Tað ásannar Jens Christian Olsen, leiðari á Tolldeildini hjá Taks við Sosialin, sum er komin í kvøld.

 

Løgtingslimir skifta javnan orð um rúsevni Løgtinginum og har er at kalla full semja um, at vit eiga at hava so gott tolleftirlit, sum gjørligt.

 

Men veruleikin er, at í dag er talið á tollarum minni, enn tað var fyri yvir 30 árum síðani, hóast talið á fólki, sum ferðast til Føroya, er fleiri ferðir størri enn tað var tá, umframt at nøgdin á brøvum og pakkum, og nøgdin av farmi, esini eru fleiri ferðir størri enn tað var.

 

Tí ásannar Jens Christian Olsen eisini, at tað slepst ikki undan, at lutfalsliga er tolleftirlitið nógv viknað hesi seinastu árini.

 

Politikarar føra mangan fram, at tað er ikki ein einføld uppgáva at styrkja tolleftirlitið, men sambært Jens Christian Olsen, er tað ikki so fløkt. Tað, vit mest hava brúk fyri, eru fleiri hendur og fleiri eygu sigur hann.

 

Og í Sosialinum í kvøld greiðir hann frá, hví tað stendur ovast á hansara ynskilista at fáa nakrar tollarar afturat. Og tí kanst eisini lesa um, at eitt uppskot fer at verða lagt fyri Løgtingið í næstum um at gera ein rúsevna-tilbúgvingarætlan fyri rúsevni.