FÍGGJAREFTIRLIT
Føroyingar hava ikki innlit í, hvat danska fíggjareftirlitið heldur um støðuna í føroysku peningastovnunum.
Tað var hildið at vera ein av mongum orsøkum til, at føroyska samfelagið fór av knóranum í nítiárunum. Ongin í Føroyum visti veruliga, hvussu galið tað stóð til í bankunum, fyrr enn ov seint var.
Í søguligu semjuni um m.a. bankamálið í 1998 var hendan sannroynd ásannað. Tí varð avrátt millum donsku stjórnina og landsstýrið, at ábyrgdin fyri fíggjarpolitikkin liggur í Føroyum. Samstundis varð sagt, at danski búakaparmálaráðharrin skal kunna landsstýrismannin við fíggjarmálum um støðuna í fíggjarheiminum.
Avtalan varð tulkað soleiðis í Føroyum, at føroyskir myndugleikar nú fóru at fáa somu kunning um støðuna í føroysku peningastovnunum sum danskir myndugleikar. Men tað er ikki støðan, hóast næstan fimm ár eru liðin síðan avtaluna.
Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, hevur gjørt greitt, at danska fíggjareftirlitið fleiri ferðir hevur givið føroyingum tey greiðu boðini, at eftirlitið ikki hevur heimild at kunna Føroya landsstýri um gongdina í føroysku peningastovununum.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann fleiri ferðir hevur biðið um at fingið upplýsingarnar, men tað hevur verið ógjørligt.
? Sannleikin er tíverri, at eg sum landsstýrismaður við fíggjarmálum ikki fái fult innlit í eina møguliga bankakreppu, fyrr enn tað er ov seint. Ella kanska tá lykilin er snaraður. Í so máta er ikki nógv broytt síðan 1992, sigur Karsten Hansen.
Hesa støðuna, at føroyingar ikki kunnu fáa innlit í støðuna í sínum egnu peningastovunum, kallar Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmaður absurda. Hann heldur tað vera eitt greitt brot á ætlanina við avtaluni frá juni í 1998.
? Nú fíggjareftirlitið eftir øllum at døma vísir til ásetingarnar í lógini, tá eftirlitið noktar at geva føroyskum myndugleikum sínar frágreiðingar, má lógin broytast. Og tað má vera ábyrgdin hjá búskaparmálaráðharranum at taka stig til, at tað hendir, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann hevur tískil sett Bendt Bendtsen búskaparmálaráðharra ein fyrispurning, sum skal svarast í Fólkatinginum. Tórbjørn Jacobsen spyr, hvørji stig hann hevur hugsað sær at taka, soleiðis at føroyskir myndugleikar fáa fult innlit í frágreiðingarnar hjá fíggjareftirlitinum um støðuna í føroyskum peningastovnunum.