Í eina viku hevur løgreglan í Grønlandi leitað eftir einum saknaðum 45 ára gomlum manni úr Nanortalik. Maðurin varð seinast sæddur hin 3. juni, har ein íbúgvi í býnum sá mannin ganga niðan móti einum fjalli.
Síðan henda dag hevur verið leitað í økinum kring Nanortalik. Bæði løgreglan á staðnum, Arktisk kommando og fólk í býnum hava leitað eftir manninum, sum í gjár - hósdagin - kom afturíaftur í øllum góðum.
Seinnapartin í gjár kom hin 45 ára gamli aftur til býin, og í dag skuldi hann avhoyrast av løgregluni. - Leitingin er steðgað, og vit takka fólkinum í býnum fyri teirra hjálp, sigur grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi.
Sermitsiaq hevur spurt løgregluna, hví maðurin hevði valt at fara í fjøllini, men tað vilja tey ikki upplýsa. Meðan leitað hevur verið, hevur eisini verið neyðugt at havt steðgir orsakað av vánaligum veðri á leiðini.
Tá leitað varð mánadagin í hesi vikuni, vórðu lutir funnir við eina strond, og hetta vóru lutir, sum hildið varð, at tá saknaði maðurin átti - og hósdagin kom hann so aftur til Nanortalik í øllum góðum.











