Enntá vit í andstøðuni verða nú noydd alment at senda eina eftirlýsing út, tí flokkurin er burtur í føroyskum politikki. Meðan sambandsflokkurin við Rósu Samuelsen á odda jarðleggur eitt vælferðartilboð fyri og annað eftir, tí tey ikki trúgva upp á føroyska samfelagið, sita leivdirnar av tí einaferð so stolta arbeiðaraflokkinum á Gamla Apoteki og heingja síni skitnu klæði út á snórin, so øll síggja skommina. ? ?Hans Pauli Strøm?Tann ídnasti av hesum, Hans Pauli Strøm, skrivar nú eitt lesarabræv um dagin, har hann tekur sær sjálvum – og viðhvørt flokkinum – æruna fyri øll vælferðarframstig seinastu 7 árini. Hann eigur Heilsutrygdina, hann eigur øll framstig á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hann eigur talgildu heilsuskipanina, hann eigur barnsins fyrsta sjúkradag á privata arbeiðsmarknaðinum osfr. Keðiligt, at ein annars so skilagóður politikkari ikki megnar trýstið og velur at fara lætt um sannleikan fyri egnan vinning. Tí veruleikin er, at ongin politikkari kann eiga nakað einsamallur. Øll mál, har fólkaræði valdar, krevja politiskan meiriluta fyri at verða framd. ? ?Tað skar meg í eyguni at lesa lygisøguna um talgildu heilsuskipanina. Hans Pauli sigur, at fyrsta stigið varð tikið við verklagslóg, sum hann sum landsstýrismaður legði fyri Løgtingið í 2004. Við øðrum orðum var onki áðrenn hann. Men tað er tvætl. Stutta tíðarskeiðið, eg sat sum landsstýrismaður, var gott fyrireikingararbeiði gjørt júst fyri at búgva borð til eftirmannin. Og tað arbeiðið bygdi á tað, sum var gjørt fyri mína tíð. Stutti sannleikin er, at THS er ein verkæltan, sum starvsfólkini í umsitingini og í heilsuverkinum, kanska einamest Jóannis Erik í Køttlum, hava føtt og uppalt. Landsstýrisfólkini hava bara havt leiklutin at bera verkætlanina ígjøgnum politisku skipanina, so hvørt sum tørvur var á tí. ? ?Hvar eru tit??Føroyingar hava langt síðani lisið skriftina á vegginum. Tað ber ikki til at taka sær æruna fyri fáu framstigini, meðan øll onnur eiga skuldina fyri afturstigini. Meðan javnaðarfólk sita handan læstar dyr á Gamla Apoteki og senda lesarabrøv, eftirlýsingar og sjálvrós út í miðlarnar, hava tey mist sambandið við føroyingin. Og sítt egna kall. Í suðri spyrja tey, um hetta er javnaðarpolitikkur. Í Sandoynni stendur ein útblakaður tingmaður vónleysur og lítur yvir á barnaheimið hjá Peturi Mohr Dam. Hann spyr eisini, hvar flokkurin bleiv av. Í Eysturoynni eru tey langt síðani givin at leita. ?










