Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags hækkar rentuna

Grunnurin hækkar rentuna fyri eftirlønir til 5,0%, frá verandi 2,5%

Galdandi fyri 2009 hækkar rentan fyri eftirlønir úr eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags til 5,0% frá verandi 2,5%. Hesum boðar grunnurin frá í tíðindaskrivi.

Árið 2009 hevur roynst væl hjá Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelags. Millum annað hava lánsbrøvini staðið seg væl, men í aðar mátar hevur samlaða avkastið verið gott, og tí hevur nevndin fyri grunnin ásett rentuna fyri 2009 til 5%, sigur Sofus Joensen, nevndarformaður.

- Okkurt bendir á, at djúpa fíggjarkreppan er um at hæsa av, og støðan á fíggjarmarknaðinum er í broyting rætta vegin. Nevndin í grunninum fegnast um, at grunnurin er komin væl gjøgnum fíggjarkreppuna higartil, sigur Sofus Joensen.

Sofus Joensen sigur, at hann hevur kannað, hvussu er statt við rentum aðrastaðni, og støðan er hendan:

Føroya Banki 2,00%

Eik Banki 2,10%

Norðoya Sparikassi 2,25%

Suðuroyar Sparikassi 2.85%

Lív 2,50% (2009)

Lív 3,50% (2010)

- Rentumarginalurin (um tað kann brúkast) er sostatt frá 3% til 2,15% - tað sum vit bjóða meira, sigur Sofus Joensen, sum vísir á, at tey ikki kunnu annað enn fegnast um 2009. Limirnir skulu hava tað, teir hava uppiborið - ta bestu rentuna, sigur hann.