Eftirútbúgvingin skerd

Fyri at útvega fólkaskúlanum møguleika at virka við munandi øktum næmingatalið, er avgerð tikin um at skerja eftirútbúgvingina hjá lærarum. Hesum boðar Undirvísingar- og Mentamálastýrið frá í tíðindaskrivi, men samstundis verður sagt, at hetta kann koma aftur um brekku í ólukkumát.

Karsten Hansen tekur undir við uppskotinum hjá Signari á Brúnni um eina javningarkonto

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, hevur avgjørt, hvussu fólkaskúlin skal fáa møguleika at virka, nú fleiri enn 200 næmingar fleiri eru í skúlanum, enn mett frammanundan.

Fíggjarnevndin gekk ikki umbønini frá landsstýrismanninum á møti, tá hann søkti um eina eykajáttan uppá 2,6 miliónur krónur. Tí hevur hann verið noyddur at finna peningin aðrastaðni á sínum málsøkjum, eins og hann fekk boð um.

Hann harmast tó um, at neyðugt er at skerja eftirútbúgvingina, tí nýggja fólkaskúlalógin setir stór krøv til læraran og neyðugt er hjá honum at fylgja við í menningini. Hetta gerst ikki uttan eftirútbúgving og skeiðvirksemi.

Signar á Brúnni og Undirvísingar- og Mentamálastýrið meta tí hetta sum eina sera tunga avgerð, og vísa á, at landsstýrismaðurin í fjør setti serlig tiltøk í verk, fyri at tryggja munandi meira skeið- og eftirútbúgvingarvirksemi við atliti til øktu krøvini í nýggju fólkaskúlalógini.


Javningarkonto

Næmingatalið er økt orsakað av øktu tilflytingini. Signar á Brúnni hevur tí arbeitt fyri at fáa eina javningarkonto, ið skal tryggja, at vit ikki koma í slíka støðu komandi árini.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, hevur játtað, at hann vil virka fyri, at henda konto verður sett á fíggjarlógaruppskotið ár 2000.

Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum lítur á orðini hjá Bjarna Djurholm, fíggjarnevndarformanni, ið hevur sagt, at verða sparingar funnar nú, so kann søkjast um eykajáttan seinni, tá tingið er komið saman.


Aftur um breku

Signar á Brúnni fer at søkja um eykajáttan, tá tingið kemur saman á ólavsøku, so sleppast kann burtur úr ótolandi støðuni. Í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum verður mett, at verður umsóknin um eykajáttan ikki gingin á møti á ólavsøku, so kemur tað fólkaskúlanum aftur um brekku í ólukumát, tí uttan eftirútbúgving, fæst fólkaskúlin ikki at virka undir nýggju fólkaskúlalógini.