Ein tingnevnd hjá EFTA er komin til Føroya á vitjan í dag Talan er um eina ráðgevandi nevnd, ið telur 18 limir, og í henni sita tingfólk úr øllum limalondunum.
Endamálið við vitjanini er at knýta betri samband millum tingfólk úr Føroyum og úr EFTA-londunum. Eisini fær nevndin møguleika at kunna seg betur um føroysk viðurskifti.
Á vitjanini skal EFTA-nevndin hitta uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, og hevur eisini fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í uttanríkismálum. Somuleiðis vitjar nevndin vinnufyritøkur og mentanarlív.