Fríggjadagin var ein hátíðarløta í sveisiska býnum Davos, har umboð fyri EFTA og Kanada skrivaðu undir ein fríhandilssáttmála. Í fyrsta umfari umfatar sáttmálin handil við vørum, men partarnir hava avtalað, at innan trý ár skulu teir fara undir samráðingar um at víðka sáttmálan, so hann eisini kemur at umfata tænastur.
Saman við fríhandilssáttmálanum hava EFTA og Kanada tingast um ein serligan sáttmála um landbúnaðarvørur. Eisini her komu partarnir á mál við sáttmála, sum varð undirskrivaður fríggjadagin. Báðir sáttmálarnir koma í gildi, so skjótt teir eru góðkendir í Kanada og teimum fýra EFTA-londunum, sum eru Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein.
Fyrimunur fyri Ísland
Íslendsku fjølmiðlarnir siga, at nýggi fríhandilssáttmálin er ein fyrimunur fyri Ísland. Millum annað hvørvur tollurin á øllum fiskavørum, landbúnaðarvørum, klædnavørum, fiskakørum og øðrum vørum úr plasti, sum íslendingar framleiða og útflyta. Tað sama er við maskinum og tøkni. Afturfyri fáa kanadiskar ídnaðarvørur og ávísar landbúnaðarvørur tollfría atgongd á íslendska marknaðinum.
Íslendingar vænta eisini, at íslendskar fyritøkur fara at fáa sær virksemi í Kanada. Í fjør skrivaðu Ísland og Kanada undir ein sáttmála um loftflutning, sum millum annað gevur íslendskum flogfeløgum møguleikar at flyta fólk, farm og post í Kanada.
Á fundinum í Davos samdust EFTA-londini um at fara undir samráðingar við India um fríhandil. Partarnir hava havt innleiðandi tingingar, sum endaðu í fjør, og londini eru samd um at gera ein fríhandilssáttmála, sum skal umfata bæði vørur og tænastur.