Effo søkir eftir nýggjum stjóra

Niels Juel Nattstad gevst sum stjóri í Effo og tí er ein starvslýsing nú komin út

- Føroyska orkufelagið Effo P/f søkir eftir stjóra við drúgvum vinnu- og leiðsluroyndum, evnum at ganga á odda og til framhaldandi at tryggja úrslitagóðan og sunnan rakstur. 

 

 

Tað skrivar Effo í nýggjari starvslýsing eftir stjóra til felagið. Um felagið verður skrivað, at Effo er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum og hevur djúpar røtur í føroyska samfelagnum. Effo er ein sunn og effektiv fyritøka, ið leggur dent á at veita vinnuni og húsarhaldunum kring alt landið eina skjóta, góða og trygga tænastu. 

 

 

 

Stjórin seinastu 22 árini, Niels Juel Nattestad, takkar fyri seg, og tí verður søkt eftir nýggjum stjóra. Niels Juel Nattestad verður knýttur at felagnum sum ráðgevi eina tíð frameftir. Nýggi stjórin skal útinna løgdu kósina og vera við til at seta framtíðarkós felagsins.

 

 

- Við tilvísing til nevndina fær stjórin ábyrgdina av dagligu leiðsluni í felagnum og teimum umleið 200 dugnaligu starvsfólkunum, sum starvast undir Effo-merkinum. Somuleiðis fær stjórin ábyrgdina av einum felag, sum umsetur fyri umleið 800 mió. krónur um árið. Uppgávan hjá stjóranum verður eisini framhaldandi at hyggja at grundarlagnum hjá felagnum og styrkja og menna virksemið, so at kappingarførið støðugt økist, skrivar Effo í starvslýsingini. 

 

 

- Tað er týdningarmikið, at nýggi stjórin hevur handilstev og kann menna fyritøkuna til framhaldandi at veita bestu tænastuna. Nýggi stjórin skal vera ein royndur leiðari og hava eyðsýndar leiðslueginleikar umframt ein sjónligan og nærverandi leiðslustíl. Stjórin skal stuðla og vegleiða, soleiðis at starvsfólkini ganga undan og taka ábyrgd. Sum persónur skal stjórin vera úrslitagóður og megna at útinna hugsan í verki við styrki, áhaldni og skipaðum arbeiðshátti. Tað er av alstórum týdningi, at nýggi stjórin megnar at reka fyritøkuna víðari við einum effektivum rakstri í fokus. Nýggi stjórin skal eisini vera nýskapandi, hava eyðsýnd strategisk evni og duga at røkja síni sambond. Nýggi stjórin hevur útbúgving frá hægri lærustovni og/ella viðkomandi royndir,, skrivar felagið. 

 

 

Freistin at søkja hetta starvið er fríggjadagin 6. apríl.