Ein litur av bensini kostar í dag 14,41 krónur. Ein llitur av diesel kostar 13,30 krónur og ein litur av húsarhaldsolju kostar nú 12,65 oyru.
Síðani russisku innrásina í Ukraina er oljuprísurin hækkaður nógv. Mest hevur tað gingið út yvir húsarhaldsoljuna, sum nú er 39,6 prosent dýrari, enn hon var 24. februar.
Diesel er 36,6 prosent dýrari, og bensinið er 24,9 prosent dýrari enn tað var 24. februar, sum er dagurin, tá Russland legði á Ukraina.
Magn hevur ikki boðað frá príslækking, men hon plagar at koma á midnátt sama dag, sum Effo broytir sín prís.











