Effo hevur í dag lækkað oljuprísin

Nú kostar ein litur av húsarhaldsolju aftur undir 10 krónur, ella ítøkiliga 9,93 krónur, 19 oyru minni, enn hann kostaði í gjár.

 

Ein litur av bensini er lækkaður 6 oyru úr 12,10 kr niður í 12,04 kr. Ein litur av diesel kostar nú 11,65 kr og er lækkaður við 13 oyrum. Bátadiesel og Bátadiesel+ er lækkað við ávikavist 18 og 19 oyrum liturin.

Vit hava mangan gjørt upp prísmunin og olju og bensini í mun til fyri russisku innrásina í Ukraina. Í dag kostar ein litur av bensini 4,9 prosent meira enn 24. februar í 2022. Ein litur av diesel kostar 20,9 prosent meira, og ein litur av húsarhaldsolju kostar 12,4 prosent meira.