Tað var eitt sera gott ár hjá oljufelagnum Effo í fjør. Bruttusolan var góðar 887 milliónir krónur, og ársúrslitið góðar 27 milliónir krónur, sum er besta úrslitið nakrantíð. Árið fyri var ársúrsltið hjá Effo slakar 20 milliónir krónur.
Eginognin hjá Effo er nú slakar 157 milliónir krónur.
Høvuðsvirksemið hjá Effo er at keyp og søla av olju og oljuúrdráttum, umframt annað virksemi í hesum sambandi.
Felagið sigur í ársroknskapinum, at ráoljuprísurin á heimsmarkanðnum fall rættiliga brádliga í seinnu helvt av 2014, og ímóti ársenda var hann 55 USD fyri tunnua, sum er tað lægsta síðani 2010. Miðalprísurin fyri árið var 99 USD. Tá hann var hægstur, var prísurin fyri eina tunnu 115 USD.
Hinvegin hevur virðið á dollaranum verið hækkandi. Teir fyrstu mánaðirnar var støðið rímiliga støðugt, men í juli mánaði fór dollarin at hækka, og endaði við ársskiftið á kursi 6,12. Miðalkursinurin í 2014 var 5,62 krónur.
Effo sigur eisini í ársroknskapinum, at brennioljumarknaðurin í Føroyum í fjør aftur øktist. Hetta stavar í stóran mun frá virkseminum á føroyska landgrunninum í sambadi við oljuleiting. Aðrir kundabólkar hava í stóran mun havt somu nýtslu.
Skip eru størstu brúkarar av brenniolju í Føroyum – út við tveimum triðingum av samlaðu nýtsluni. Gongdin hjá skipum og fiskivinnuni hevur tí stóra ávirkan á virksemið hjá felagnum.
Raksturin hjá fiskvinnuni hevur í stóran mun verið hin sami sum undanfarna ár, t. v. s. smáligt fiskarí eftir botnfiski, meðan raksturin hjá pelagisku vinnuni hevur verið góður.
– Lækkandi ráoljuprísurin á heimsmarknaðinum hevur givið munandi lægri gassoljuprísir til skip. Fyri ein miðalstóran trolara gevur hetta eina sparing upp á meira enn eina millión krónur. Politiska skipanin boðaði í byrjanini av hesum valskeiðinum frá, at fremjast skuldi ein fiskivnnureformur fyri fiskiskapin við Førpyar. Hesin er ikki komin enn, tí er framhaldandi ilt at meta um oljunýtsluna hjá skipum komandi árini, skrivar Effo í ársfrágreiðingini.
Felagið skrivar víðari, at gongin hjá botnfiskaflotanum hevur eisini í hesum árinium havt við sær tapsvanda av útistandanndi gjøldum.
– Heldur fleiri útlendsk skipa hava bunkrað í Føroyum enn árið fyri. Einki mynstur er í hesum virkseminum og er tað mest sum ógjørligt at meta um hetta framyvir, skrivar felagið.
Økta virksemi í vinnuni á landi sæst aftur í nýtsluni av diesej til akfør. Virksemsið á byggimarknaðinum hevur verið lutfalsliga stórt. Í dag nýta flestu nýggju arbeiðsmaskinurnar diesel.
Bensinmarknaðurin hevur verið óbroyttur í mun til árið fyri. Annars hevur hetta verið ein minkandi marknaður tey seinastu árini, skrivar Effo.
Fíggjarstøðan hjá Effo konsernini javnvigar við 326,5 milliónum krónurm. Eginpeningurin er góðar 156 milliónir krónur, og svarar tað til 48 prosent av samlaðu ognunum.
Effo eigur allan partapeninign í P/F Effo Bunkers í Fuglafirði, sum selir tungolju.
Hesi fýra eigarar eiga meira enn 5 prosent av partapeninginum í P/F Effo
P/F Kolan
P/F Keldan
GTM Holding Aps
P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag