Alvin Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin í Vági
Seriøsitetur, nej álvaratos...... Hvat bleiv av loysnini, sum Føroya Fiskavirking hevði fyri flakavirkið í Vági? Tað eru mong ár síðani at ein loysn skuldi finnast! Eg hugsi at ársverkini hesi árini tilsamans kunnu teljast á fingrunum. Eitt alment partafelag sum fekk alt litið upp í hendurnar, uttan kostna...
Tað kann hugsast, at bygningurin er ein útreiðsla fyri felagið (landið) so hví ikki sleppa sær av við hann? Og samstundis givið vágbingum møguleika fyri at vinna pening og skapa arbeiðspláss? Meiri logiskt kundi tað ikki veri. Hví kann kommunan ikki ognartaka bygningin? Tað vil, at um tað hevði verið nakar vilji og áhugi frá politiskari síðu, so hevði flakavirkið í Vági verið í gongd. Men takka veri okkar? egnu monnum, og her verða ikki tiknir dagar í millum kommunu, løgting, flokk ella annað, so er tað ongin av teimum fólkavaldu fyri suðuroynna, líka so lítið sum fyri restina av landin-um, sum eru verdugir at hava nakra leiðslu undir hond. Og dog! Har var ein buldribassi sum setti nakrar spurningar, tá burdi onkur blivi illa við, men nej.
Ellisheim í Vági, var tað eitt pustirúm hjá politikarunum fyri at sleppa undan at meiri var tosað um flakavirkið? Jú, jú, tað hevði verið gott at havt eitt ellisheim, eins og tað hevði verið gott at havt ein nýggjan miðnámsskúla. Hetta hava tey nógva staðni runt um í heiminum. Men... tey hava eisini arbeiðspláss, soleiðis at tá ið fólk hava nomi sær kunnleika í skúla, kunna arbeiða, og at enda fara á ellisheim. Sum ætlanin er her í bygdini, so verður ikki brúk fyri nøkrum av hesum plássum. Fólk fer aðrastaðni at nema sær kunnleika, arbeiða, og ikki er hugsandi at tey flyta aftur til Vágs bara fyri at slappa á ellisheim. Tað er líka sum ein tráður ið verður bundin í millum tveir pelar, klipp hann og royn so at fáa endarnar at røkka saman aftur. Mikið torført, ha?
Um eg havi ta stóru virðing fyri teimum ráðandi í hesum landi haldi eg ikki skal vera ein loyna! Enn hevur mann loyvi at gera sær sínar egnu tankar. Kannska vit koma upp í part nú tað ikki sær so væl út norðanfyri? Ja, ella kanska vit nú vera slepp heilt upp á fjall.
At kommunan so ikki hevur gjørt nakað, tað man vera tí, at familjupolitikkurin í Vágs kommunu er so sera effektivur!