Edvard í Skorini Joensen, sum hevur verið leiðari á Kunningarstovuni í Vágum, tekur á nýggjárinum við sum kunningarleiðari hjá Tórshavnar kommunu.
Sum leiðari á Kunningardeildini hjá býráðnum fær hann ábyrgdina av samskiftinum millum starvsfólk, deildirnar hjá kommununi og millum kommununa og borgararnar. Harumframt fær hann ábyrgdina av at røkja heimasíðuna hjá kommununi.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at stórur tørvur er á einum kunningarleiðara til kommununa, serliga nú kommunan er vorðin so stór.










