Edmund ynskir fólkaatkvøðu um vallóg

Um formansskapurin í Løgtinginum kemur við einum uppskoti um, at Føroyar skulu venda aftur til skipanina við fleiri valdømum, so vil Edmund Joensen skjóta upp fyri Løgtinginum, at føroyingar fáa málið til fólkaatkvøðu

Edmund Joensen, sum fyri tveimum árum legði uppskot fram at gera Føroyar til eitt valdømi, og í skundi fekk tingið at samtykkja, heldur hann, at fólkið skal avgera, hvussu valskipanin skal skipast.

- Eg kann ikki ímynda mær, at ein meiriluti í Løgtinginum fer at nokta føroyingum møguleikan at siga sína hugsan um sína egnu valskipan, sigur Edmund Joensen í skrivi, nú verandi formansskapur arbeiðir við at endurskoða vallógina.

Hóast Edmund Joensen ikki spurdi fólkið, tá hann saman við meginpartinum av tinginum, gjørdi Føroyar til eitt valdømi, so vil hann hava fólkaatkvøðu, um hetta aftur skal broytast.


Óseriøsur formansskapur

Edmund Joensen metir tað vera óseriøst av formansskapinum at koma við einum slíkum uppskoti nú.

- Bert tvey ár eru liðin, síðani Løgtingið setti skipanina við einum valdømi í verk, og tað er alt ov tíðliga at fara til eina aðra skipan longu nú. Verandi skipan má fáa loyvi til at virka nøkur løgtingsval, so vit veruliga kunnu síggja fleiri góð árin av henni. Ikki fyrr enn tá ber til at endurskoða hesa skipanina á einum góðum grundarlag, sigur Edmund Joensen.


Grundgevingarnar halda

Edmund Joensen hevði nøkur høvuðsargument fyri at seta skipanina við einum valdømi í verk.

Meira enn 80 prosent av føroyingum búgva í einum samanbundnum øki, kvinnuliga umboðanin í Tinginum skuldi økjast, demokratiska undirskotið, har summi ikki kunnu velja allar uppstillaðar flokkar, mátti burtur, Valúrslit við órættvísum tingmannatali máttu burtur, meira landspolitikkur mátti inn í myndina og gamla valskipanin var leivd frá fortíðini.

- Hesi argumentini eru framvegis góð og galdandi, og tað talar fyri, at Føroyar eiga at halda fast um verandi skipan við einum valdømi fyri øll, skrivar Edmund Joensen, hóast hann eisini í miðlunum hevur sagt, at tað ikki var høvuðsætlanin at skipa fyri at tað bleiv minni lokalpolitikkur.

- Lat føroyingin avgera sína egnu valskipan – ikki politikarar, ið vilja venda aftur til eina skipan, ið elvir til lokalpolitik, demokratiskt undirskot og verri kvinnuliga umboðan, sum hoyrir einari farnari tíð til, sigur Edmund Joensen í skrivi í dag.