Politikkurin, sum hendan samgongan førir, hoyrir ikki heima har Sambandsflokkurin hevur leiðsluna.
Edmund Joensen, fólkatingslimur og fyrrverandi løgmaður og formaður fyri Sambandsflokkin, gevur politikkinum hjá sínum egna flokki, og samgonguni annars, so vánaligt skoðsmál, sum hugsast kann.
Hann sigur við miðlarnar í dag, at tað er ikki til at trúgva, at Sambandsflokkurin stendur á odda fyri einum høgra-liberalistiskum politikki, ið hækkar pensjónsaldurin, frá degi til dag, sum rekur asosialan skattapolitikk og sum órógvar privatu pensjónsuppsparingarnar hjá fólki
Hann kallar fíggjarkarmarnar, sum eru lagdir fyri Løgtingið, fyri sveinastykki hjá hesi samgonguni.
- Og tað sær ikki hugaligt út, sigur hann.
Hann heldur, at tað er ósømiligt, at henda samgongan vil rykkja teppið undan teimum mongu, sum standa til at fara á fólkapensjón komandi árini.
- Soleiðis kann man ikki fara við fólki. At geva fólki eina níggju mánaða freist hoyrir ongastaðni heima, sigur gamli sambandshøvdingurin.
Hann rør aftur á avgerðina hjá sjálvstýrissamgonguni at lækka blokkin og sigur, at tað ger tað neyðugt hjá hesi
samgonguni at seta tiltøkl í verk.
Men hann leggur dent á, at hetta er ikki mátin, tí politikkurin hjá samgonguni er ikki í familju við sambandspolitikk.
- At trýsta komandi pensjónistar, fara eftir pensjónum og at reka asosialan skattapolitikk er ikki tað, ið Sambandsflokkurin skal standa fyri, sigur Edmund Joensen
Eitt er, at bygnaðarbroytingar krevjast, men hetta er ikki mátin og hann heldur, at samgongan má leggja á annan bógv, áðrenn tað síðsta av allari sámilgheit er horvið úr føroyskum politikki.
Edmund Joensen vil heldur hava fiskivinnuna umskiapaða, miðsavning, færri kommunur, eitt meginsjúkrahús fyri øll undir einari leiðslu, nógv færri kommunur, nógv færri skúlar og færri aðalráð og so skulu sendistovurnar uttanlands niðurleggjast so at vit kunnu brúka donsku sendistovurnar ístaðin.










