EB/Streymur: Tað skuldi verið 2-0 - TB: Tað var offside (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen og miðvallaran hjá TB, John Villi W. Leo ið ikki eru samdir um kolldømda málið hjá Arnbirni Hansen

EB/Streymur var á sigurskós tá fyrst annar superveteranurin, Hans Pauli Samuelsen hevði lagt teir á odda 1-0 móti TB við Stórá í Trongisvági í 75. minutti. Nakrar minuttir seinni setti hin superveteranurin hjá EB/Streymi, Arnbjørn Hansen bóltin í netið, men dómarin dømdi rangstøðu. EB/Streym´arnir eru ósamdir meðan TB´arnir eru samdir í hesari dømingini. Nakrar minuttir seinni var ein annar veteranur hjá EB/Streymi, Arnar Dam so óheppin at beina bóltin í egið mál so tað endaði við javnleiki 1-1.

 

TB - EB/Streymur 1-1 (0-0)

0-1: Hans Pauli Samuelsen 75.

1-1: Sjálvmál 87.

 

TRÝST á hesa leinkjuna frá SoundCloud: 

 

https://soundcloud.com/heri-rnason-simonsen/fm1-090521-tb-ebstreymur-1-1-0-0-samrour-jm-joensen-ebstreymur-og-john-villi-w-leo-tb

 

og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr ein avgjørdan høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sum heldur, at 2-0 málið skuldi verið givið til EB/Streym.

 

2) Hoyr TB-miðvallaran, John Villi Wøldike Leo, ið fekk staðfest frá álítandi eygnavitnum til dystin, at talan var um rangstøðu. Hóast 1-1 heldur John Villi, at teir í TB burdu fingið sín fyrsta sigur í landskappingini hetta kappingarárið í dystinum í dag.