Dysturin Skála-KÍ er fluttur til klokkan 19 í kvøld

Dysturin skuldi upprunaliga byrja klokkan 17

Veðurlíkindini hava ofta ávirkan á fótbóltin, og soleiðis er eisini í dag.

 

Dysturin í Betrideildini hjá monnum millum Skála og KÍ, ið upprunaliga skuldi byrja klokkan 17 er av veðurávum fluttur til klokkan 19.

 

Hetta boðar Skála Ítróttafelag frá á Facebook-vanga sínum. Kappingarnevndin hjá FSF váttar eisini, at dysturin er fluttur frá klokkan 17 til klokkan 19. 

 

##med2##