Dysturin á Sandi avlýstur

Av tí at Teistin ikki siglir, og at menn frá skipasmiðjuni ikki fáa bilbukt við trupulleikanum, er dytsturin millum B71 og B36 á Sandi í kvøld avlýstur.

 

Trupulleikin er, at ein veirur til rampuna á Teistanum er slitnaður. Og hóast menn frá skipasmiðjuni hava roynt at rætta brekið, so hevur tað ikki eydnast enn.

 

Ransin Djurhuus, sum skuldi døma dystin, setti eina freist til 17:15 - og um trupulleikin ikki varð loystur tá, so avlýsti hann dystin.

 

B36 leikararnir eru á Sandoynni, men á Gomlu Rætt eru fleiri B71 leikarar og venjarin. Tí tók Ransin Djurhuus avgerðina klokkan hálvgum seks at avlýsa dystin eftir at hava tosað við báðar venjararnar.

 

Dysturin verður helst í morgin, men tann avgerðin verður tikin um ein tíma ella so sigur Ransin Djurhuus.

 

Sera nógvir bilar og fólk standa á Gomlu Rætt.