Dysturin millum HB og VB ver?ur skjótt gloymdur

Fótbóltur: HB gjørdi sína skyldu móti VB, men var ikki sannførandi. Burtursæ? frá tveimum málum og einum bjarga?um brotssparki var ikki nógv vert at minnast úr dystinum

Emil L. Jacobsen


Fyrsti landskappingardysturin á árinum í Gundadali, sum var millum HB og VB, ver?ur ikki ein av teimum, fólk fara at minnast fyri so nógv anna? enn sjálvt úrsliti? og so ta?, at Bár?ur Johannesen tók eitt brotsspark í seinastu minuttunum av dystinum.

HB vann dystin 2-0, og ta? úrsliti? var eisini rímiligt eftir sum dysturin hev?i gingi?. Men hóast føroyameistararnir høvdu grei?a yvirvág móti einum óvænta? tannleysum VB li?i, kundu teir ikki vera nøgdir vi? sítt spæl.

Føroyameistararnir settu seg á dystin frá byrjan, men vágbingar vóru væl vi? allan fyrra hálvleik. Men gestirnir høvdu trupult vi? at fáa ta? at hanga saman, tá teir komu fram á vøllin, og veruligu málmøguleikarnir hjá VB vóru fáir og spjaddir.

Havnarli?i? hev?i bóltin mest, og heilt tí?liga í dystinum hev?i Allan Mørkøre ein gyltan møguleika at leggja HB á odda, tá hann bleiv einsamallur vi? Bjarna Johansen, men VB málverjin s?tti vi? eini fótparadu HB í at fáa lei?sluna.


Áleypararnir eitt í part

Súni Frí?i Johannesen og Andrew av Fløtum væl upplagdir í álopinum, og teir áttu eisini hvør sítt av málunum, HB fekk.

Ta? fyrra var ein gáva. VB hev?i júst broti? eitt álop hjá HB, men havnarmenninir tr?stu bólthaldaran hjá VB, sum skuldi spæla aftur eftir til ein av sínum verjuspælarum, men í sta?in rakti beint á Andrew av Fløtum. VB hev?i framvegis nógv fólk aftanfyri bóltin, men Andrew bar skjótt at, sá Súna Frí?a og spældi hann leysan vi? eini frálíkari sending. Toppskjúttin hjá HB í fjør helt fram, har hann slepti í Fuglafir?i, og leg?i sítt li? á odda 1-0.

Tá vóru 10-15 minuttir eftir av hálvleikinum, og máli? kom illa vi? hjá VB-li?num, sum tá júst var fari? at hætta sær eitt sindur longri fram á vøllin.

Dysturin hev?i veri? fátækur upp á málmøguleikar. Jón Pauli Olsen og Krzystof Popczynski fingu líti? burtur úr móti sterku HB-mi?verjunum Hans á Lag og Hans Fró?a Hansen, og forstáilsi? millum teir bá?ar VB-framherjarnar var heldur ikki so gott, sum ta? fyrr hevur veri? ? m.a. tí teir fyri ta? mesta vóru ov langt frá hvørjumø?rum.

Hjá HB koyrdi nógv av spælinum á mi?juni og stutt inni á VB-hálvuni, men tvíbur?arnir Ey?un og Magni Jacobsen spældu eisini væl í VB mi?verjuni. HB fekk alt ov gott pláss úti í sí?unum, men har fingu føroyameistararnir als ikki ta? sama burturúr, sum teir fyrr hava fingi?, eitt nú í frálíka avrikinum móti ÍBV hóskvøldi?.


Anna? máli? punktera?i dystin

Seinni hálvleikur var bert tíggju minuttir gamal, tá HB slapp inn um fløtu VB verjuna vi? eini trimum monnum. Súni Frí?i takka?i fyri fyrra máli? vi? at spæla Andrew av Fløtum púra blankan. Hann fekk alla ver?sins tí? til at leggja bóltin og seta hann í neti? til 2-0.

Hetta máli? punktera?i VB li?i?, sum eisini visti, at HB sera sjáldan tveitir eina tvey máls lei?slu burtur.

Havnarli?i? fekk eini tveir stórar málmøguleikar afturat fyri at økja enn meira um lei?sluna, men teir vór?u ikki umsettir til mál, og móti endanum var ta? VB, sum fekk størsta kjansin av øllum, tá HB málverjin Bár?ur Johannesen feldi Krzystof Popczynski inni í brotsteiginum.

Polski venjarin hjá VB bleiv knappliga einsamallur vi? Bár?i, sum var eitt sindur upp á millumhond, og royndi pólverjin spældi eisini upp á brotssparki?, tí hann var staddur naka? uttarlaga í høgru sí?u, og HB verjan var á veg aftur.

Annars eitt sindur løgi?, at HB málverjin slapp uttan so miki? sum eina ávaring fyri misger?ina.

Brotssparki? tók Popczynski sær sjálvur av, men ein gylt regla er, at tann, i? brotssparki? ver?ur framt ímóti, ikki eigur at taka ta? sjálvur. Skoti? var hart, men hann rakti beint á Bár?, sum sostatt gjørdi mistaki? gott aftur.

Hetta var seinasti kjansur hjá VB at koma inn í dystin aftur. Hann bleiv misn?ttur, og so var einki eftir at spæla um.

VB imponera?i ongan í mjørkaklædda Gundadali sunnudagin, men ta? var ta? heldur eingin, sum beinlei?is kravdi av teimum.

HB imponera?i fyri sovítt heldur ongan, og hóast sigurin bleiv rímiliga tryggur og eisini var uppiborin, má ta? geva føroyameistarunum naka? at hugsa um, tá so nógvir upplagdir møguleikar ikki ver?a brúktir til fulnar.


HB-VB 2-0 (1-0)

1-0: Súni Frí?i Johannesen 37

2-0: Andrew av Fløtum 56

HB: Bár?ur Johannesen (Kaj Leo Johannesen, 90.) ? Bjarki Mohr, Hans á Lag, Hans Fró?i Hansen, Jóhannis Joensen ? Jens Erik Rasmussen, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Allan Mørkøre (Ey?un Højgaard, 86.) ? Súni Frí?i Johannesen (Bár?ur Mortansson, 89.), Andrew av Fløtum

VB: Bjarni Johansen ? Marner Richard (Petur Óli Samuelsen, 74.), Ey?un Jacobsen, Magni Jacobsen, Janus Kjærbo ? Jón Gærdbo (Hans Pauli Dahl, 67.), Tór?ur Holm, Milan Culjic, Elian Hansen ? Krzystof Popczynski, Jón Pauli Olsen