Hóast hann kanska kundi vera nøgdur um úrslitið, so var Heine Fernandez ikki heilt nøgdur um avrikið hjá sínum monnum, tá vit fingu orð á hann eftir dystin móti B36 sunnudagin.
- Serliga í fyrra hálvleiki gongur illa hjá okkum. Vit royna at fáa vindin »í okkara part«, men hetta makta vit yvir høvur ikki, og tí eru vit støðugt undir einum stórum trýsti. Hinvegin skal B36 eisini hava rós, tí teir spæla ein góðan dyst, men eg haldi sjálvur, at teir koma ikki fram til nakrar stórvegis møguleikar. Har eru tað kanska vit, sum hava teir báðar størstu, men tað eydnast okkum so ikki at skora upp á hesar.
Tit hava sum so fatur á rætta endanum seinasta hálva tíman, har tit hava fleiri kontramøguleikar. Var tað hetta spælið, sum tit vildu hava fram alla tíðina.
- Partvíst. Men sum heild fáa vit betri tak á eftir steðgin, og hevði tað eydnast okkum at skora, so vildi tað verið heilt gott.
Sjálvur hevur Fernandez nú nakrar dystir á baki, eftir at hann annars byrjaði árið á skaðalistanum. Enn er skaðin tó ikki heilt burturi, og eftir dystin helt Heine eisini, at hann kanska skuldi sitið yvir hesaferð.
- Tað er so sjálvandi ein avgerð, sum verður tikin frá dysti til dyst, men hesa ferð var hon kanska skeiv, helt hann.
Strævin skrá
Nú fyrsti triðingurin er farin aftur um bak, kundi HB-venjarin hóskandi eisini líta eitt sindur aftur um bak, og hóast alt, so sær støðan hjá HB ikki heilt býtt út. Bara tvey stig eru upp til oddin, og enn eru 18 dystir at spæla, og tað fyrsta, sum Heine staðfesti, var, at enn er langur vegur eftir.
- Alt er púrasta opið enn. Men hesar báðar seinastu vikurnar hava verið sera strævnar hjá okkum. Við fýra dystum innan 12 dagar eru spælararnir av álvara farnir at slítast, og eg haldi eisini, at tað er eitt sindur spell, at tann seinasti av hesum dystunum skal vera ein slíkur oddadystur. Tað haldi eg merkti dystin, ið ikki gjørdist eins góður, sum hann kundi verið, segði Heine at enda.