Steypaliðið hjá monnum í hesari øldini, StÍF er í enn einari steypafinalu. Tað gjørdist veruleiki, tá StÍF á heimavølli á Skála vann 31-25, og harvið samlað 55-53 á Neistanum í hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini. Í finaluni bíðar H71, sum vann steypakappingina í fjør.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr:
1) Hilmar Jan Hansen siga frá teimum seinastu dramatisku minuttunum av dystinum millum StÍF og Neistan.
2) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum beint aftaná dystin.
3) Hoyr Hilmar Jan Hansen og Claus Rasmussen tosa nærri um dystin.










