Dyggur smeitur fyri FC Suðuroy

Loyvistrupulleikar gera, at fleiri av spælarum hjá FC Suðuroy mugu sita uttanfyri í 1. umfari í Effo-deildini

FC Suðuroy hevur fingið ein stóran trupulleika undan fyrsta umfarinum í Effo-deildini, sum verður sunnudagin. Ongin av teimum trimum útlendinginum, ið felagið hevur fingið til í vetur, hava fingið arbeiðis- og uppihaldsloyvið upp á pláss.

 

Sostatt verður FC Suðuroy uttan Mamuka Toronjadze, Valerian Lobashvili og Christian Ibeagha, tá teir sunnudagin spæla móti NSÍ í Runavík. Úr FC Suðuroy verður sagt, at tað var væntandi, at loyvini hjá Mamuka Toronjadze og Valerian Lobashvili ikki komu upp á pláss, meðan tað bleiv vónað, at loyvið hjá Christian Ibeagha kundi koma upp á pláss. Tað gjørdi tað ikki.

 

Annars eru spæliloyvini hjá teimum trimum komin upp á pláss, men tað tekur sína tíð at fáa arbeiðis- og uppihaldsloyvini upp á pláss. Einasti nýggi spælarin hjá FC Suðuroy, sum hevur lov at spæla móti NSÍ, er Høgni Madsen.