Hetta er fyrsta ferðin, at allir teir bólkarnir, ið hava meldað seg til Prix Føroyar, ikki sleppa við. Undanfarnu árini eru allir bólkarnir slopnir við, men í ár hava fyrireikararnir valt at hækka gáttina eitt vet, so talan kann gerast um eina meira javna og spennandi kapping.
Fimm fólk hava síðani freistin var úti at melda seg til sitið og lurtað eftir demo-bondunum, ið send vóru við tilmeldingini.
- Mett hevur verið um spæl, sang, um tilfarið er nýtt og spennandi, og um bólkurin hevur nakað potentiali, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyum.
Mest upplagdir
Sambært Fróða Vestergaard vóru nakrir av bólkunum rímiliga lættir at velja út, tí teir hava víst dygd ígjøgnum eina tíð. Men tað hevur verið ógvuliga strævið at sita og lurta eftir so nógvum tónleiki.
Stig vóru givin til hvønn bólkin, og síðani sluppu 24 teir bestu bólkarnir við.
- Sum sagt, so vóru nakrir upplagdir at velja út, meðan tað kanska var rættiliga javnt millum nummar 24 og 26. Tá gerst tað eitt sindur torførari at velja, greiðir Fróði Vestergaard frá.
Burtursæð frá 24 bólka-markinum, so eru næstan ongar aðrar avmarkingar fyri luttøkuni á Prix Føroyar. Nøkur krøv verða tó sett, so sum at ongin kann verða forsangari í meira enn einum bólki, tíðaravmarkingin á pallinum og 75% av tí, ið spælt verður skal vera nýtt tilfar.
Gongur væl
Annars gongur væl við fyrireikingunum undan Føroya størsta tónleikatiltaki.
Føroya Sparikassi hevur tikið atgongumerkjasøluna á seg, sum fer í gongd seinast í januar mánaði. Talan verður í ár um armbond sum atgongumerki. Tey fara at vera til keyps á ymsum deildum hjá Sparikassanum. Eitt atgongumerki til undanumførini kemur at kosta 150 krónur.
Til undanumførini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði verður eisini skipað fyri busskoyring aftur og fram millum bygdirnar, og eisini siglir Dúgvan til Klaksvíkar aftaná hvørt umfarið.
Fyrsta innleiðandi umfarið av Prix Føroyum verður tann 5. februar í Fuglafirði.










