Kæran hjá VÍF um dystin ímóti Neistanum í Havn tann 18. januar hevur nú verið ígjøgnum bæði kappingarnevndina og dómsnevndina, ið báðar góvu vestmenningum viðhald. Tí er greitt, at um Neistin ikki áðrenn mánadagin klokkan 13 kærir málið til ítróttardómstólin hjá ÍSF, skal hesin dysturin spælast umaftur áðrenn 28. mars.
Meðan bíðað verður, møtast júst somu feløg sunnudagin í Vestmanna, har úrslitið hevur líka stóran týdning fyri báðar partar. VÍF vil vinna, tí so eru í øllum førum framvegis fýra stig niður til næsta liðið, og Neistin vil vinna, so liðið ikki dettur niðurímillum, nú endaspurturin í Atlantic Airways-kappingini av álvara er í gongd.
Sum skilst, hava venjararnir hjá báðum feløgum roynt at hildið kærumálið burtur frá spælarunum, so teir ikki skulu hugsa um tað, men bara skulu konsentrera seg um hondbóltin og tað spælið, ið fer fram á sjálvum vøllinum. Tó slepst neyvan undan, at tað kunnu vera bæði spenningar og spenningur í dystinum í Vestmanna sunnudagin, sum hevur so øgiliga nógv at siga fyri bæði liðini.
H71 skal hanga í
Av hinum fýra liðunum, sum eru í fremstu mansdeildini, er tað bara H71, sum er við í kappingini um at koma í FM-finaluna. Og har eru hoyvíkingar í løtuni javnir við Neistan í stigum, tá dysturin frá 18. januar altso ikki er taldur við, so hetta eru altso liðini, sum jagstra oddaliðið VÍF, sum er fýra stig framman fyri tey bæði.
H71 vant burtur úr VÍF síðsta sunnudag og skal nú á vitjan hjá Kyndli, sum í sínum lagi mátti lúta í botnuppgerðini ímóti KÍF. Men fyri tað um Kyndil tapti fyri KÍF, er ikki vist, at H71 fær líka lætt við at fáa stigini til høldar, sum ímóti VÍF. Ofta hevur tað víst seg, at teir grønu eru tungir at syfta hjá hoyvíkingum, so hesin dysturin er helst meira opin, enn hann sær út á pappírinum.
Triði dysturin er millum tvey lið, sum bæði hava havt eitt skuffandi kappingarár. StÍF kom ikki í steypafinaluna og er dottið úr kappingini um eitt FM-finalupláss, meðan KÍF ongantíð hevur verið oman fyri næstaaftasta plássið á stigatalvuni. Nú hava kollfirðingar í eina tíð verið aftastir, men liva upp á náði, tí eingin niðurflyting verður í ár. StÍF er á heimavølli greiður favorittur at vinna, hóast týdningurin av dystinum neyvan man vera tað, ið tyngir liðini mest hesa ferð.