Dupultspælið hjá Kaj Leo og Helenu

Kaj Leo og Helena siga seg vilja virka fyri, at føroysk ítróttarfólk sleppa til OL. Men tey spæla dupultspæl. Tí tey vilja ikki gera tað, sum skal til. Tey vilja ikki taka fullveldi

Farnu mánaðirnar hevur kjakið um europapolitikk sett dagsskránna. Vit vilja vera við í EFTA og í europeiska búsaparliga samstarvinum, EBS. Okkara vinnulív skal hava atgongd til stórar marknaðir.

 

 

Hetta hava vit roynt í mong ár. Vit hava bankað á so nógvar hurðar, at knúgvarnir bløða. Men vit fáa sama svar hvørja ferð: Føroyar eru vælkomnar við - men treytin er føroyskt fullveldi!

 

OL

Mánakvøldið var ein frálíkt tiltak í úvarpshøllini. ÍSF spurdi hvussu menna vit okkara størstu talent innan ítrótt.

Svarini vóru mong og ymisk - men eitt vóru øll samd um: Tað er heilt avgerandi, at føroysk ítróttarfólk sleppa at umboða Føroyar á olympisku leikunum.

Hesum lovaði Helena Dam á Neystabø at virka fyri. Hesum lovaði eisini Kaj Leo Johannesen at virka fyri.

Men tey vita bæði, at vit hava roynt hetta áður. Tey vita bæði, at vit fleiri ferðir hava fingið sama svar frá Olymisku Nevndini: Føroyar eru vælkomnar við - men treytin er føroyskt fullveldi!

 

Politiskt dupultspæl

Tað er ikki rætt at blanda partapolitiskar ósemjur upp í spurningin um korini hjá okkara úrvalsítróttarfólki.

Men at siga at fullveldi er treytin, er ikki partapolitikkur. Tað er fakta.

Og tá formaðurin í einum flokki, hvørs fremsta mál er at vit ikki skulu hava fullveldi sigur, at hann vil virka fyri føroyskum OL-limaskapi, so er talan um politiskt dupultspæl.

Sannleikin er, at bæði Helena og Kaj Leo standa fyri einum politikki, sum steingir føroysk ítróttarfólk úti frá olympiskari luttøku.

Á júst sama hátt sum teirra støða í besta føri ger tað sera, sera trupult at fáa atgongd til europeiskt samstarv - og í ringasta føri ger tað ómøguligt.