Dupultskattaavtala við Bretland á veg

-Tá eg fór undir málið at fáa eina dupultskattaavtalu við Bretland helt eg, at tað fór at taka lítla tíð men tað havi eg lært, at tá tað kemur til avtalur millum lond, so tekur tað tíð at fáa tær uppá pláss sigurd Báður Nielsen, landssstýrismaður, sum tó er bjartskygdur, nú ein slík avtala er við at koma undir land

Oljusamvinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Nógv eftirspurda dupultskattaavtalan við Bretland er nú so smátt við at koma undir land. Bárður Nielsen, landssstýrismaður í fíggjarmálum var við sum áhoyrari á stóru oljuráðstevnuni herfyri. Hann kundi tá koma við góðu tíðindunum til blaðið, at nógv umrødda dupultskattaaavtalan gerst veruleiki innan fyri eitt ár ella so.

Tað hevur í eina tíð verið tætt samskifti millum londini, ið bæði hava stóran áhuga í at fáa eina dupultskattaavtalu, soleiðis at lættari verður at samstarva og arbeiða hjá hvørjum øðrum. Tað er serstakliga oljuvinnan, sum royndir at skundir undir eina slíka avtalu, tí hon fer at gera tað rudduligari fyri allar partar.

Uppskot
Uppskot eru send aftur og fram og skulu viðgerast av báðum pørtum. Enn eru nøkur ting, sum skulu fáast uppá pláss. Ein embætisbólkur er settur at gera tilfarið endaliga klár, og síðani verður ein fundur á politiskum stigi, áðrenn málið fer í tingini, parlamentini í báðum londum. Báður Nielsen vónar, at viðgerðin í tingunum kann vera í heyst ella seinni, soleiðis at ein endalig avtala kann skrivast undir tíðliga næsta ár ella í seinasta lagi móti sumri 2007.

-Bretar hava leingi verið sinnaðir at fáa eina dupultskattaavtalu við okkum. Men hetta tekur tíð at gera. Vit koma í eina kø hjá teimum, men teir hava verið ógvuliga skjótir at avgreiða tingini, tá vit hava spurt teir sigur landsstýrismaðurin, sum tó er samdur í, at hetta málið hevur tikið alt ov nógva tíð at loysa. Oljufeløgini, sum arbeiða í Føroyum, hava í mong ár gjørt vart við ónøgd sína, at eingin slík avtala hevur verið. Vegna vantandi avtalu um skattligu viðurskiftini hjá eitt nú oljufólki, eru hesi skattað í báðum londum. Tað merkir m.a., at koma fólk frá útlendskum oljufelag á fund í Føroyum ein dag verða tey skatta fyri henda dagin í arbeiði.

Tekur longri tíð
Bárður Nielsen tekur eisini í egnan barm í hesum máli. -Tá eg fór undir hetta málið at fáa eina dupultskattaavtalu við Bretland helt eg, at tað fór at taka lítla tíð men tað havi eg lært, at tá tað kemur til avtalur millum lond, so tekur tað tíð at fáa tær uppá pláss. Tað er tí, at hesi londini hava nógvar aðrar avtalur, sum verða umrøddar samtíðis, og tað er ikki óvanligt, at tað tekur nøkur ár at fáa eina dupultskattaavtalu uppá pláss. Men klára vit at fáa eina dupultskattaavtalu við Bretland uppá pláss í hesum árinum ella í 2007, so hevur tað gingið væl.

Ein slík avtala fer at gera, at bretar kunnu arbeiða inni hjá okkum uttan ampa, og vit kunnu arbeiða í Bretlandi uttan at koma at gjalda dupultskatt.

Bárður Nielsen vísir á, at hetta hevur eisini nógv at siga fyri føroyskar fyritøkur, sum vilja arbeiða á bretska marknaðinum. Tað er tó primert oljuvinnan hetta ynski fevnir um. Og ein grundin til at bretar so fegnir vilja gera dupultskattaavtalu við okkum er, at myndugleikarnir í Bretlandi hava fingið ábendingar frá bretsku oljuvinnuni um at fáa eina slíka avtalu við Føroyar.