KONSERT: Stanley Samuelsen og Hanus Johansen fingu fyrr í ár listavirðisløn Miðlahúsins Miðlaprísin á 50.000 kr.
Hetta er fyrstu fer Stanley saman við bólki framførir egnan tónleik. Spældir verða sangir úr teimum trimum fløgunum Stanley hevur útgivið, tó verður serligur dentur verður lagdur á seinastu fløguútgávuna ”Tíðin rennur”.
Aftan á steðgin fer norðurlendski bólkurin ”Trio Acoustica” á pallin, sum spælir løg frá teirra nýggjastu fløguútgávu.
Hetta er ikki fyrstu ferð at Trio Acoustica hevur konsert í Norðurlandahúsinum. Í fjør fingu teir frá ummælarum stórt rós fyri teirra einastandi guitarsamanspæl og kórsang. Trio Acoustica spæla egin løg á føroyskum, norskum og donskum. Eisini verða framførdir onkrir klassikarar hjá Beatles, Eagles og Crosby, Stills og Nash.
Sagt at hetta er ein einastandi møguleiki møguleiki at uppliva Stanley saman við fýra fantastiskum tónleikarum frá Danmark og Noregi.
Skráin:
Stanley við orkestrið (Gert Smedegaard, Stanley og Knut Henriksen)
Trio Acoustica (Steen-Vidar Laren, Øistein Rian og Stanley)