Dupult so nógvar blæur

Á Signabø var ein heldur óvanlig samkoma fyri stuttum. Har hittust nevniliga heili átta tvíburapør

Eini svørt hús á Signabø. Uttan fyri standa nakrir bilar, og tað er helst langt síðani ferðslan hevur verið so nógv til Signabøar ein sunnumorgun.
Uttanfyri er vindur og kalt, og ikki ein sál er at síggja úti. Oman fyri húsini er inngongdin. Og so skjótt hurðin fer upp hoyrist barnaprát, vaksnamannaprát, klirr av koppum og tallerkum og mandarin-roykurin kennist sterkur. Her luktar av jólum!
Fleiri børn standa í gongini. Onkur spælir, og onkur annar situr inni í køkinum og fær sær ein bita. Her er ongin ivi, -vit eru komin í rætta húsið.
Ein heldur øðrvísi familjusamankomstur er á Signabø í dag. Átta pør av tvíburum hittast nevniliga. Annað av foreldrunum hjá øllum pørunum er úr Kollafirði, og øll pørini eru í familju á ein ella annan hátt.
Alt í senn
Talan er, sum sagt, um átta tvíburapør. Fimm av teimum eru pør, - genta og drongur, meðan tvey pør eru bara gentur og eitt par er tveir dreingir. Tey eru øll frá 1 til 11 ár. Tvey pør eru eitt ár, fýra pør eru trý ár, eitt par er sjey og tað elsta er 11 ár.
? Vit hava ofta tosað um at koma saman, eftirsum vit eru so nógv, sigur Unn Petersen, sum er ein av mammunum.
? Men øll búgva ikki í Føroyum, og eftirsum øll nú vóru heima, valdu vit at møtast.
Fleiri av tvíburapørunum búgva uttanlands, og nøkur av teimum fara eisini at flyta aftur.
? Um tú nakrantíð fært tvíburar, so skalt tú ikki gerast bangin, sigur ein av mammunum.
? Tað kann tykjast ringt, men tað er tað als ikki. Um tú eigur børn áðrenn, so hjálpir tað sjálvandi nógv, verður greitt víðari frá, og onkur mamma undirstrikar, at tað er ógvuliga hart at fáa tvíburar fyrstu ferð, ein fær børn.
Tosið fer víðari inn á tað at eiga børn, og at so við og við lærir ein at gera tingini skjótari og lættari.
? Tú lærir skjótt at gera tað lættari fyri teg sjálva. Børnini fáa at eta í senn, í bað í senn, í song í senn og tað ger, at alt arbeiðið verður skjótari gjørt, greiða mammurnar frá.
? Míni, sigur ein mamma. - Míni børn fáa bæði at eta av sama tallerki, brúka sama kopp og sama gaffil. Tað ger alt nógv lættari.
? Eisini mugu tey í song í senn, og sovna nøkulunda í senn. Annars er ongantíð friður.
? Um tú fært tvíburar, so verður tú meira disiplinerað sum mamma. Tú kanst ikki bara renna avstað her og har.
Mammurnar siga, at sjálvt um tú hevur dupult so nógv børn, sum tú kanska ætlaði, so merkir tað als ikki dupult so nógv stríð. Tað merkir dupult so nógvar blæur. Alt tað praktiska verður dupult, men tað merkir ikki dupult so nógv stríð, tí tú lærir skjótt at gera alt lætt fyri teg sjálva.
Meðan prátað verður ganga øll børnini og mala aftur og fram. Onkur hevur hug at fáa sær ein bita, meðan onkur annar situr á gólvinum og spælir.
Tað er ikki heilt frítt, at nøkur av teimum líkjast - heilt nógv. Tey eldru taka sær av teimum yngru, meðan mammurnar sleppa at práta saman eina løtu.
? Vit fara helst at hittast aftur onkuntíð, men júst nær tað verður vita vit ikki, siga tær.
Og nú er stríðið komið til at taka eina felagsmynd. Og at fáa 16 børn at sita í frið er ikki bara sum at siga tað. Onkur fær okkurt stungið í hondina, og so er friður. Men so er tað onkur heilt annar, sum als ikki klárar at sita í frið til fotografurin hevur tikið bíløt. Alt møguligt verður roynt, men har hjálpir ongin góða mamma. Loksins eru øll so nøkunlunda sitandi, og nú er ikki nógv annað enn at klikka, og so eru myndirnar endiliga komnar til høldar. Nú er skjótt døgurðatíð og tey yngstu byrja so smátt at troyttast, og mammurnar byrja at tosa um at sleppa sær heim aftur. Vit takka fyri okkum og fara útaftur í kalda vetrarvindin á Signabø. Í dag hava vit sæð 16 tvíburar í senn. Meira enn tey flestu kunnu reypa av.