Dupult-sigur til Kyndil

Hóast Neistin eigur ovaru liðini á stigatalvuni, so var tað Kyndil, sum bookaði sær atgongumerki til hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini í hondbólti.

Bæði kvinnur og menn vunnu nevnliga á bláu favorittunum í kvøld.

Hjá kvinnunum endurtók Kyndil sigurin í landskappingini. Hesa ferð við 29-24, og eins og fyri trimum vikum síðani, so var uppskriftin hart arbeiði og stríðsvilji.

Tað var tað eisini hjá Kyndilsmonnum, sum vunnu sín dyst 35-30. Har leikaði leingi javnt á, men í seinna hálvleiki togaði Kyndil seg frá Neistanum.