Vit hava eitt áhugavert orðaskifti í løtuni á fleiri mótum. Men samstundis sum orðaskifti er áhugavert, so er tað eisini bæði tragikomiskt og óhugnaligt. Skulu vit hava lóggávu um skrásett parlag? Hava vit loyvi at senda víðari sjónvarpsrásir við pornografiskum innihaldi? Og skulu vit hava loyvi at lýsa fyri øli eins og allir miðlar, sum floyma inn yvir okkum?
Ella skulu vit halda fram at bjálva okkum inn í dupultmorali og dyrka tað serføroyska hyklið? Ja, skulu vit skipa føroyska samfelagið við forboðum og avmarkingum eins og Ayatollastýrið gjørdi í Iran og Talebanstýrið gjørdi í Afganistan, sum ein lurtari viðmerkti í kjaksendingini í Útvarpinum týsdagin?
Tað seinasta málið, sum er komið upp í forboðs-orðaskiftið, er lýsingar um føroyskt øl. Orsøkin er, at annað bryggjaríið er dømt at gjalda eina bót fyri ólógliga rúsdrekkalýsing. Harafturat er hitt bryggjaríið og ein klubbi skuldsett fyri lýsingar, sum kanska ikki eru røttu megin markið.
Spurningurin er so, um hesi rættarmál fáa nakrar avleiðingar ella ikki. Skulu vit gita, so halda vit fram við dupultmoralinum og hyklinum, og tað merkir:
- Vit kunnu keypa útlendsk dagbløð, tíðarrit ella vikubløð, sum hava lýsingar fyri øli, víni ella brennivíni. Vit kunnu taka eitt ótal av sjónvarpsrásum niður, sum hava lýsingar fyri øli o.s.fr. Men føroysk bløð og føroyskir loftmiðlar kunnu ikki hava slíkar lýsingar. Og føroysku bryggjaríni, klubbarnir ella innflytarar kunnu hvørki lýsa í Ekstrablaðnum, Samvirke ella í TV 3, tí tað hava tey ikki møguleikar fyri ella ráð til.
- Tí skulu hesi nevndu lýsarar framhaldandi leggja høvdið í blot og vísa hugflog og dirvi, tá tey skulu lýsa og boða frá sínum vørum. So er aftur spurningurin, um lýsingarnar eru hesumegin ella hasumegin lógliga markið. Og spurningurin er eisini, hvar markið gongur, tí seinasti dómurin er ikki sørt ørkymlandi. Eftir honum er orðið "øl" á eini svintu í eini keiputekning nóg mikið til, at dómarin kom til ta niðurstøðu, at lýsingin var ólóglig.
Tey flestu eru helst samd um, at vit øll - ella samfelagið - skulu royna at avmarka rúsdrekkanýtsluna, hóast okkum dáma væl at hugna okkum við eini øl ella víni afturvið einum góðum bita, ella einum sjussi eitt kvøld í sofuni ella í veitslulagi.
So er aftur spurningurin, um loyvdar lýsingar eru í andsøgn við ein yvirskipaðan politikk at avmarka rúsdrekkanýtsluna ella ikki? Tað er ein spurningurin, vit ongatíð gerast samd. Heldur ikki kunnu vit semjast um, um vit skulu loyva øl- ella vínlýsingum í Føroyum. Hesum forðar dupultmoralurin eisini fyri - bara lúsin útlendsk erIII
Eitt kunnu vit kanska semjast um, og tað er, at lýsingarparturin í rúsdrekkalógini er ikki nóg greiður, og at neyðugt er at broyta lóggávuna á økinum. Sambært tí seinasta, sum er komið fram, kann ein miðil umrøða øl og vín - sum ein hotellmaður gjørdi í Okkara Kokkum herfyri bæði væl, leingi og virðiliga - men eitt bryggjarí ella innflytari hevur bara ikki loyvi at gjalda fyri tað.
Dupultmoralur og hykl í so stórt mát, at tað er stríð við allan logikk og vanligt skil!










