Beint eftir midnátt fríggjakvøldið hendi eitt ferðsluóhapp á kaiini í Saltangará. Ein bilur koyrir á ein betonkant við norðurendan av kaiini. Bilurin kundi farið á sjógv, men betonkanturin steðgaði honum.
Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at bilførarin var rættuliga drukkin og hevði onki koyrikort. Bilurin hevði fingið stóra skaða.
Bilførarin var ein gamal kenningur hjá løgregluni, og er hann áður dømdur fyri rúsdrekkakoyring, har talan var um stóran skrokkskaða. Og tað ger tað neyvan lættari, tá hann skal fyri rættin.
Fyrr um kvøldið fríggjakvøldið tók løgreglan eisini ein ungan bilførara fyri ov nógva ferð. Ávegis til Fuglafjarðar koyrdi hann 120 km/t, og verður koyrikortið tikið frá honum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík.