Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag hevur ein dreym og tað er, at fiskimannafelagið fær sítt egna vaktarskip - Eg droymi um, at vit í Føroya Fiskimannafelag, fáa okkara egna vaktarskip.
Tað sigur Jan Højgaard, formaður í felagnum.
Hann sigur kortini, at tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um hetta.
Men hetta er bara nakrir dreymar eg havi, at tað hevði ikki verið so býtt, at vit høvdu okkara egna vaktarskip.
Hann ásannar, at tað ein trupulleiki hevði verið, at eitt slíkt vaktarskip hevði ongan myndugleika havt.
- Men so kundu vit í øllum førum boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá ið við komu fram á ólógligan fiskiskap.
Hann sigur, at søgur ganga um ólógligan fiskiskap av ymsum slagi uttan tó, at hann veit nøkur ítøkilig dømi um tað.
- Men at vit hava kunnleika til slíkar søgur, kundi havt tað úrslit, at vit kanska høvdu havt eitt betri eftirlit enn Vaktar- og Bjargingartænastan hevur havt.
Men er tú ikki bangin fyri at ganga tínum egnum limum ov nær, fáa tit tykkum tykkara egna vaktarskip at halda eyguni við fiskiskapinum?
- Fiskimenn eru góðir við stovnarnar og hava allar størsta áhugan í, at teir verða varðveittir og tí kann ólógligur fiskiskapur ikki góðtakast, sigur hann.
Men, hvussu hevði Fiskimannafelagið hugsa sær at fíggja eitt slíkt vaktarskip?
- Sjávandi er tað dýrt, men tað er als ikki óhugsandi, at vit kundu fingið Green Peace, ella onkran annan umhvørvisfelagsskap at fíggja tað.