Drotningavitjan og tingarbeiði á skránni

Hugsandi er, at formanskapur løgtinsins fer at taka støðu til, um tingfólk, sum ikki møta á tingfundi, aftur skulu skrásetast fyri fráveru

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður

Formansskapurin í Løgtinginum fer á fund klokkan 10 í morgun, har trý mál eru á skránni: Fíggjarætlan Løgtingsins fyri 2022, løgtingsarbeiði og drotningavitjanin.

 

Drotningin kemur á vitjan 14. juli og fer av stað aftur 19. juli. Tað verður løgmaður, sum verður vertur fyri vitjanini.

 

Undir punktinum »løgtingsarbeiðið« er hugsandi, at formansskapur løgtingsins fer at taka støðu til, um løgtingið aftur skal fara at føra protokol fyri, hvussu tingfólk møta upp.

 

Protokol verður førd á hvørjum tingfundi, sum umframt at skráseta, um tingfólk møta á tingfundi eisini hevur til endamáls at halda eyga við, um tingfólk uttan fyri Havnina ikki fáa ov nógv goldið fyri ferðing. Tey fáa goldið í mesta lagi fyri 100 tingfundir um árið, men møta tey til færri fundir, skal gjaldið lækkast tilsvarandi.

 

Í fjør gjørdi formansskapurin av ikki at skráseta, um tingfólk møttu á tingfundi. Hetta var vegna koronu.

 

Tað er einki dulsmál, at summum tingfólkum dáma illa, tá fjølmiðlar almannakunngera, hvør teirra møtir ringast upp. Men tað er so ein møguleiki, sum fjølmiðlarnir hava, tá tingformaðurin førir protokoll. Tí verður áhugavert at frætta, um hendan reglan verður sett í gildi aftur, ella um koronukreppan gav tingfólki tað bonus, at tað ikki longur verður skrásett, um tey møta til arbeiðis.

 

Løgtingið er í summarfrí, og hendir einki óvæntað, so verður næsti tingfundur ikki fyrr enn ólavsøkudag klokkan 13, tá nýggja tingárið byrjar.

 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður