Olaf Vesturgarð var hampuliga bersøgin, tá vit eftir dystin mikukvøldið spurdu hann, hvørt hoyvíkignar høvdu trupulleikar við at tackla heldur óvandu støðuna sum oddalið.
Tað kann í øllum førum tykjast, sum situr hetta í tonkunum hjá okkum. Sjálvur haldi eg annars ikki, at hetta er nakað, sum eg hugsi um, men úrslitini staðfesta í øllum førum, at onkrir trupulleikar eru. Og kanska eru teir bara, at vit ikki eru vanir við, at fólk knappliga forvænta nakað av okkum.
Men hóast greiða tapið mikukvøldið, so tykist veteranurin á strikuni tó ikki at hava mist mótið um eitt pláss í finaluni.
Vit eru so ikki lidnir enn. Komandi dystirnar hava vit KÍF og Neistan, og vinna vit har, so eru vit væl við.
Men tá verður aftur talan um ein seinasta dyst, har heilt nógv stendur upp á spæl?
Tað kann væl verða, men umstøðurnar verða kortini nakað øðrvísi. Tá vita vit í øllum førum, at vit yvir høvur ikki hava ráð at tapa. Tað kravið hevur ikki verið so náðisleyst móti Kyndli og VÍF, og tí hava vit kanska havt eitt alibi fyri at tapa.
Men alt tað kunnu vit tosa um, tá vit koma so langt. Her og nú, so verður tað ein dystur í senn, sum er galdandi. Vit á liðnum mugu í øllum førum droppa alt tos um eina finalu í nakrar vikur. Tí tað sær ikki út til, at vit eru til reiðar at hugsa tann tankan, slær Olaf Vesturgarð fast at enda.