Drogba fær nýggjan venjara

Fílabeinsstrondin skal venjast av Gerard Gili undir African Nations Cup-kappingini

Tað verður Gerard Gili, ið skal royna at føra Didier Drogba og hinar spælararnar frá Fílabeinsstrondini til oddin í African Nations Cup, ið fer av bakkastokki í hesum mánaðinum.

Tann fyrrverandi venjarin hjá Bordeaux og Marseille, og núverandi U/21-venjarin, verður fyribils avloysari hjá Uli Stielike, tí sonur týskaran, í løtuni liggur í koma.

-Sonurin liggur á intensivu deild, og eg eri vekk, inntil heilsustøðan batnar, sigur Stielike.

Tessvegna stendur Gill á odda fyri Fílabeinsstrondini móti Nigeria tann 21. januar og Benin tannn 25. januar.

Stielike almannakunngjørdi hóp sín leygardagin, men sama kvøld hendi vanlukkan.