- Eitt av týdningarmestu málunum, ið eg fari at arbeiða við, er at fáa oyggjaleikirnar til Føroya.
Tað sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ið fríggjadagin varð vald til nýggjan forseta í ÍSF.
Føroya vóru vertir fyri Oyggjaleikir í 1989, og hava síðani tvær ferðir roynt at fingið leikirnar hendan vegin aftur. Fyrru ferðina í 2015 og seinnu ferðina í 2019. Hvørgan av ferðunum eydnaðist tað, millum annað tí at Føroyar ongan golfvøll hevur.
Elin Heðinsdóttir Joensen torir tó ikki at nevna nær hon ynskir leikirnar til Føroyar.
- Eg tori ikki at seta áramál á. Ein trupulleiki hevur verið, at vit hava ikki allar ítróttagreinarnar, men haldi eg, at tað er nakað, ið fyrra nevndin kannaði møguleikarnar fyri at lækka.
Spurd um tað merkir, at ÍSF sleppir ætlanirnar fyri einum golfvølli, sigur nýggi forsetin at tað er ein møguleiki.
- Um tað er so, at vit kunnu hava eina ítróttagrein færri, so er tað upplagt at slept tí, og so fingið leikirnar. Men eg trúgvi, at Føroyar høvdu fingið gleði av einum golfvølli.