Dreymurin er at hava verksmiðju í Føroyum

- Mær dámar allarbest at vera kreativ. Um eg ikki hevði kunnað gjørt nakað við tað, so vænti eg ikki, at eg hevði fungerað sum eitt vanligt menniskja.

 

- Mær dámar allarbest at vera kreativ. Um eg ikki hevði kunnað gjørt nakað við tað, so vænti eg ikki, at eg hevði fungerað sum eitt vanligt menniskja. 

 

Orðini eigur 25 ára gamla Ragnhild Dam, sum seinastu árini hevur fingist við at gera smúkkur, tekna fuglar, seyma klæði, gera prýði til veitslur og myndatøkur og mangt annað. Hon er ein kreativ sál, sum altíð hevur framleitt burturúr nógvum ymiskum tilfari. Og sum í summar fekk eitt stórt herðaklapp, tá ið hon megnaði at koma ígjøgnum nálareyga, og slapp inn á linjuna, sum eitur Jewellery, technology og business á vinnuskúlanum í Keypmannahavn KEA. 

 

- Eg helt veruliga ikki tað fór at ganga. Eg hugsaði, at eg ikki var nóg dugnalig. Men at vera sloppin innum, og at fáa at vita, at tey dáma tað eg geri, tað er eitt stórt herðaklapp, sigur Ragnhild. 

 

Hon vísir á, at hon so at siga altíð hevur framleitt smúkkur, men ongantíð hevur hon fingið viðmerkingar ella konstruktivan kritikk frá onkrum, sum hevur skil fyri slíkum. 

 

- Tað er fantastiskt at hava eitt hugskot, og at kunna gera tað til veruleika. At brádliga fáa íblástur frá einum steini, og síðani menna hugskotið til eitt liðugt úrslit. Tað er tann besta kensla eg kann fáa, sigur Ragnhild. 

 

Men eins og nógv listafólk er Ragnhild ongantíð heilt nøgd. Tað væntar hon heldur ikki, at hon nakrantíð verður. 

 

- Um eg altíð var nøgd, so var einki eftir at røkka. Tað kreativi sigur mær alt, og eg fái nýggja orku. Summi ganga til sálarfrøðing. Mín verksmiðja er mín sálarfrøðingur, sigur Ragnhild. 

 

Hon vísir á, at tær løturnar hon nýtir til at eitt nú tekna hennara fuglar, sum hon kallar "destination unknown", fær hon frið.

 

- Tá eg eri liðug havi eg sitið still og í mínum egna hugaheimið í fleiri tímar. Og tá siti eg og hugsi um dagin, ið fór, ella dagin, ið kemur. Og til tíðir hugsi eg ikki um nakað, vísur hon á. 

Longu nú er Ragnhild væl ávegis at skapa sær eitt navn sum listakvinna innan tekning og smúkkur. Umframt at vera undir útbúgving innan smúkkusniðgeving, so hevur Ragnhild eisini eina útbúgving frá Tekniska Skúla sum klædnaástøðingur. 

 

Sí vørurnar hjá Ragnhild á Facebook síðuni RADdesign -  

 

facebook.com/pages/RADdesign/839205539452791?fref=ts