Leikarar á Tjóðpalli Føroya skipa mentanarnáttina fyri eini øðrvísi rundferð í Havn Søguferðin í Havn er eitt spildurnýtt og øðrvísi tiltak. Ein øðrvísi og ørur busstúrur í Havn.
Tilboðið er at fara upp í ein býarbuss, sum koyrir runt í Havnini og rundan um Havnina.
Á hendingini hendir ymist. Steðgað verður við ávís støð, kend sum ókend, og smáar framførslur verða her og har. Sagt verður frá støðum, skaldabrot av mætum føroyskum høvundum verða at hoyra.
Alt møguliggt hugsandi sum óhugsandi kann henda á hesi buussferð.
Hetta verður eitt tyssi av poetiskum og løgnum søgum og upplivingum.
Ferðin endar við, at farið verður til eitt hugnaligt stað miskeiðis í Havn, har okkurt gott føroyskt verður at fáa.
Busserðin byrjar á Kongabrúnni klokkan 19 og 21. Atgongumerki kunnu keyypast á Kunningarstovuni í Havn, tlf. 302425 og við bussin.
Luttakarar eru leikarar á Tjóðpalli Føroya, aðrir leikarar og tónleikarar.










