NOR?OYASTEVNA
5-MANNAFØR GENTUR
Drekin skrivaði søgu leygardagin. Í fyrsta kappróðrinum yvirhøvur í nýggja bólkinum, sum er millum gentur, ið eru yngri enn átjan ár, vóru tær heilt framúr.
Drekin legði bragdliga fyri, og síðani var tað ongantíð spenningur um, hvør fór at vinna. Heldur snúði tað seg um, hvussu sannførandi sigurin fór at verða, og so var spenningur um næstu plássini.
Á málinum var fjarstøðan frá Drekanum og aftur til Tjaldrið meiri enn tvær bátslongdir.
Í kappingini um næstfremsta plássið luttóku hinir tríggir bátarnir. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði átti eisini at havt verið við. Báturin úr Fuglafirði var á vánni í Klaksvík, men hann slapp ikki at kappast. Tað eru nýggjar tíðir í føroyskum kappróðri. Erla Kongsdóttir var ov sein út á startmálið, og so gjørdi dómarin av, at tær skuldu kolldømast.
Tjaldrið var skutin undan Teklu hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum aftur var skutin frammanfyri Blik av Argjum.









