Dreingir skulu eisini hava hpv-koppsetingina

sigur Katrin Kallsberg

Dreingur eiga eisini at verða koppsettir móti hpv virussinum, og hóast tað kann ljóða løgið, tí koppsett verður fyri lívmóðurhálskrabba, sum dreingir sjálvsagt ikki fáa, so fyribyrgir koppsetingin hpv-virusið, ið er ein fortreyt fyri, at summir formar av krabba verða útviklaðir. Hjá dreingjum kann talan verða um endatarmskrabba og krabba í mandlum og hálsi, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum við Kringvarpið í dag. 

 

 

– Nú hevur man rópað varskó nógva staðni í heiminum, tí man sær eina álvarsliga øking í hesum krabbatilburðunum, sigur hon. 

 

 

Nógv hevur verið tosað um hjáárin av koppsetingini móti hpv-virus, tí fyri tær einstøku genturnar, ið hava upplivað hjáárin, hevur tað verið ræðuligt, greiðir Katrin Kallsberg frá. 

 

 

– Man hevur tó funnið útav, at tað ikki er tann stóri økti vandin við hjáárinum í koppsetingini, men tað eru mest gentir, ið hava verið observeraðar. Tað er sannlíkt at hjáárini minna um hjá dreingjum og gentum, men áhaldandi gransking er í gongd, segði hon við Kringvarpið.

 

 

Katrin Kallsberg heldur, at um vit sum samfelag velja at bjóða hesa koppsetingina til bæði gentur og dreingir, so eigur man at hugsa seg væl um. Upprunaliga helt man, at um genturnar vórðu koppsettar, so vórðu dreingirnir eisini vardir, tí genturnar ikki smittaðu teir við seinni við samlegu. Trupulleikin er tó, at hetta ikki verjir dreingir, ið hava samlegu við øðrum dreingjum, og at tað eru so nógvar gentur, vegna fokus á hjáárin, ið ikki eru koppsettae, tí nógv hava koppsetinghina frá - eisini í Føroyum.

 

 

–Eg vænti tó, at tað kemur eitt alment tilboð til dreinginar eisni, sigur hon.