Dreingir 16: SÍ fekk fimta gullið

Sørvingar fingu enn eitt gullmerki at fegnast um, nú seinasta steypafinalan var í kvøld.

Seinasta finalan í stóra steypafinaluvikuskiftinum hjá flogbóltinum hevur verið í kvøld. Talan var um finaluna hjá dreingjum 16, har SÍ og Fleyr hittust.


Talan gjørdist um eina sera vælleikta og spennandi finalu, har tað serliga í fyrsta setti valdaði stórur spenningur. SÍ dró longra stráðið og við 26-24 løgdu sørvingar seg á odda 1-0 í settum.


Seinna settið gjørdist ikki eins spennandi, tí har prógvaði SÍ, at teir høvdu uppiborið sigurin. Teir vunnu hetta settið 25-18, og við 2-0-finalusigri kunnu teir nú kalla seg steypavinnarar.


Hetta var fimta steypagullið hjá SÍ, sum var við í níggju av tíggju steypafinalum.