Cristiano Ronaldo og Juventus eru úti av Champions League, eftir at teir í kvøld taptu samanlagt fyri FC Porto, ið var ein spælara í undirtal í meiri enn ein tíma.
Gestirnir úr Portugal fingu eina dreymabyrjan, tá Sergio Oliveira skoraði upp á brotsspark, tá 19 minuttir vóru spældir. Heimaliðið hevði ilt við at skapa nakað í fyrra hálvleiki, men fyrstu minuttirnir av seinna hálvleiki koppaðu teir øllum á høvdið.
Fyrst skoraði Federico Chiesa, og upp á fáar minuttir kláraði Mehdi Taremi at fáa tvey gul kort fyri FC Porto. Juventus legði seg á odda á kvøldinum, og javnaði samanlagt, tá Federico Chiesa skoraði fyri triðju ferð í uppgerðini. Hann skoraði eisini málið í fyrra dystinum.
Síðani varð farið til longda leiktíð. Her stóð nógv á og tað var heitt á vøllinum, har royndi hollendski dómarin, Bjørn Kuipers, hevur úr at gera við at halda skil á dystinum. Tað sá leingi út til, at vit skuldu til brotsspørk fyri at finna ein vinnara, men í 117. minutti fekk FC Porto fríspark úr beint yvir tjúgu metrum.
Brotssparksskjúttin, Sergio Oliveira, meddaði til. Inni í manngarðnum stóð Cristiano Ronaldo og tóktist venda bakið til, tá bólturin streyk millum beinini og í stongina og inn. Nú skuldu Juventus skora tvær ferðir, og longu í minuttinum eftir skoraði Adrien Rabiot fyri Juventus, men tað bleiv ikki til meir enn tað.
Sostatt er Cristiano Ronaldo úti av Champions League. Í annaðkvøld er líkt til, at Lionel Messi fer sama veg. FC Barcelona tapti heili 4-1 á heimavølli móti PSG í fyrru 1/8 finaluni. Hetta gevur øðrum spælarum møguleikan at skína í endaspælinum í Champions League. Eitt nú Erling B. Håland og Kylian Mbappe.
Juventus (1) – (2) FC Porto 3-2 eftir longdaleiktíð
0-1 Sergio Oliveira, 19
1-1 Federico Chiesa, 49
2-1 Federico Chiesa, 63
2-2 Sergio Oliveira, 117
3-2 Adrien Rabiot, 119
FC Porto vinnur samanlagt 4-4 við regluni um fleiri útivallarmál











