Tað var ein fín kapping og ein fínur kappróður, tá ið 6-mannaførini við kvinnum róðu á norðoyastevnu.
Sølmundur var drúgvastur og vann, men tað var ikki fyrr enn á síðstu hundrað metrunum, at tað av álvara glapp og munurin aftur til avbjóóðararnar varð ein bátslongd.
Vágskvinnur umborð á Smyrli bjóðaðu leingi av og eina løtu var Smyril fremstur.
Í endaspurtinum var tað um reppið, at Fortuna úr Vestmanna tók Smyril, sum kortini helt stavnin frammanfyri tær úr Vestmanna.
1 Sølmundur 5.31.19
2 Smyril 5.34.00
3 Fortuna 5.34.16